Súni Olsen hevur drigist við skaða í fleiri mánaðir, men nú er ljós fyri framman. Súni hevur vant seinatu tíðina, og um vikuskiftið spældi hann ein hálvleik við eykaliðnum. Tað gekk væl hjá føroyska spælarunum, og nú skuldi veruliga vón verið fyri, at hann kann taka kappingina uppaftur við teir, sum vilja spæla á besta liðnum í felagnum. Jón Rói Jacobsen, sum fekk álvarsaman knæskaða, verður ikki førur fyri at spæla fyrr enn eftir ársskiftið.