São Paulo stjørna til PSG

Manchester United hevur víst stóran áhuga fyri brasilska bóltsnillinginum, Lucas Moura, men tað verða nýríku Paris Saint-Germain, sum fara avstað við São Paulo stjørnuni.

 

Tað boðar franska felagið frá á heimasíðu sínari í dag. Her verður váttað, at Lucas Rodriguez Moura Da Silva verður at síggja í felagnum frá januar mánaði í 2013.

 

Fleiri stórfeløg kring heimin hava havt eyguni við 19-ára gamla bóltsnillinginum, men ongin hevur megað at kappast við fíggjarligu orkuna hjá PSG, sum í summar millum annað eisini hevur keypt Zlatan Ibrahimovic, Thiago Silva og Ezequiel Lavezzi.

 

ESPN metur, at Lucas Moura hevur kostað áleið 335 milliónir krónur. Sáttmálin er galdandi til 2017. Um maðurin er verdur 335 milliónir krónur er ilt at meta um, men sjónbandabrotið undir greinini vísur at maðurin dugur at fara við einum bólti.