Jørgen Niclasen, floksformaður
Jákup Mikkelsen, form.í tingbólkinum
--------
Okkara boð er greitt. Landshúsarhaldið má sópa fyri egnum durum, heldur enn at senda rokningina víðari til einstaka húsarhaldið. Vit siga nei at leggja fleiri byrðar á familjurnar. Latum okkum heldur fáa skil í almenna húsarhaldið, so tað ikki gerst eitt ørmundarhús.
Vit ávara móti at senda fleiri rokningar út til húsarhaldið og vinnulívið. Allastaðni í heiminum ljóðar sama ávaring. Hækka tit avgjøld og skattir meir, verður tað trupult hjá fólki og vinnulívinum at klára seg.
Heimini kring landið hava ikki skapt undirskotið á fíggjarlógini. Vit politikarar hava megnað hetta sjálvir. Tí mugu politisku flokkarnir taka í egnan barm. Allir flokkar hava verið við í útreiðslugildinum. Nú eiga allir flokkar eisini at taka uppvaskið.
Vit hava næsthægsta skattatrýst í heiminum. Danmark hevur tað hægsta. Samstundis vísa kanningar, at tað er væl dýrari at liva í Føroyum enn í Danmark. Tí er tað ongin gongd leið hjá tí almenna at senda fólki enn fleiri rokningar.
Vinnan hevur tað sera trupult. Yvir 300 vinnufeløg komu í fútarættin í fjør og longu eftir 1 mánaða í ár eru yvir 30 fyritøkur sendar rættinum. Støðan er álvarsom. Løgting og landsstýri mugu leggja doyðin á at betra um karmarnar hjá vinnuni. Fjálga vit um vinnuna, skapa vit vøkstur og harvið størri inntøkur til landskassan. Senda vit fleiri rokningar til vinnulívið, leggja vit stein omaná byrðu. Og so verður lívið tikið av hønuni, sum verpur eggini, vit øll skulu liva av.
Útreiðslurnar hjá tí almenna eru so stórar, at ein skal næstan vera blindur fyri ikki at fáa eyga á trupulleikan. Seinastu tíggju árini eru útreiðslurnar hjá tí almenna hækkaðar 80%. Í sama tíðarskeiði eru inntøkurnar bert er vaksnar 30%. Tað almenna hevur livað yvir evni, og tað ber ikki til í longdini.
Vit politikarar mugu sjálvir taka ábyrgdina og fáa skil uppá útreiðslurnar hjá tí almenna. Tað sømir seg ikki at senda rokninga víðari til barnafamiljunar, sum frammanundan stríðast at fáa endarnar at røkka saman.
Vit mæla til at gera eina breiða politiska semju, soleiðis at vit fáa skil í almenna búskapin. Tað er neyðugt at gera langtíðar ætlanir fyri inntøkur, útreiðslur og løgur, við tí máli at hallið á fíggjarlógini skal burtur. Soleiðis framtíðartryggja vit vælferðina hjá fólki her á landi.