Talv: Hóast fleiri evnaríkir unglingatelvarar lógu framvið, var eingin teirra líka stinnur sum 14 ára gamla Sára Traber Olsen úr Havn, ið helt tørn í oddastríðnum og setti allar upp á pláss. Fleiri royndu at standa henni kurl, men ongum eydnaðist, og tí endaði hon sum føroyameistari í unglingabólkinum.
Hetta er samstundis fyrstu ferð, at ein kvinnuligur telvari skrivar sítt navn í søguliga yvirlitið yvir FM-vinnarar hjá unglingum í 40 ár, og hetta eydnaðist henni framman fyri Rúna Tindskarð úr Havn og Heðin Gregersen úr Klaksvík, sum vunnu ávikavist silvur og bronsu.
Ikki minst er stórformurin hjá Sáru áhugaverdur, nú hon um eina góða viku skal umboða Føroyar í NM-kappingini í talvi fyri gentur, sum verður í Íslandi.
Hinir vinnararnir
Umframt unglingabólkin og landsliðsbólkin, vóru tveir aðrir bólkar í kappingini á Giljanesi, 1. bólkur og almenni bólkurin.
Jónfinn Thomsen, sum er gøtumaður, men nú telvar fyri Sandavág, var ovastur í almenna bólkinum við hálvumsjeynda stigi, og serliga kappaðist hann við toftamannin, Andreas Andreassen, um fremsta plássið. Men Jónfinn royndist drúgvari og vann framman fyri Andreas, sum fekk silvur, og ein annan í Sandavágs Talvfelag, Jón Gregersen, sum fór við bronsuni.
Mest sannførandi sigurin av øllum vann Rógvi Olsen av Toftum í almenna bólkinum, har tað eydnaðist honum at vinna við átta av níggju møguligum stigum, sum er eitt sera gott avrik. Honum á baki komu Brandur Højgaard og Reinhold Isaksen við ávikavíst silvur og bronsu.