Karl Johansen, sýslumaður í Klaksvík, veit ikki, hví hann er meldaður til løgregluna. Tað er týski umhvørvisfelagsskapurin Wal und Delfinschutz Forum, sum hevur meldað sýslumannin í Klaksvík og sýslumannin í Sandoynni. Felagsskapurin hevur boðað frá í skrivi, at sýslumenninir eru meldaðir fyri grindadráp, sum hava verið í summar.
Karl Johansen hevði ikki stórvegis viðmerkingar, tá Rás2 prátaði við hann í morgun.
- Satt at siga, so veit eg ikki, hvat eg eri meldaður fyri. Eg veit einki meira enn tað, sum Rás2 og Dagur og Vika hava sagt. Eg havi onga viðmerking, tí eg veit ikki, hvat málið snýr seg um, sigur Karl Johansen, sýslumaður.
Karen Marie Olsen, fúti, vildi ikki siga ítøkiliga við Dagur og Viku í gjár, hvat sýslumenninir eru meldaðir fyri.
Málið skal viðgerast á Fútaskrivstovuni í næstum, og síðan verður avgerð tikin, um málið skal sendast til hægri politimyndugleikar í Danmark, tí føroyska løgreglan kann ikki kanna seg sjálva.