Sæunn Ólavsdóttir Hansen 55 ár

Í dag fyllir Sæunn Ólavsdóttir Hansen 55 ár.

Sæunn er dóttir Ólavur og Elin Mariu Gregersen í Syðrugøtu.
Hon er gift við Jóannes Símunarson Hansen og eiga tey børnini, Símun, sum er giftur við Randi, Elin Mariu, sum er forlovað við Jóhan av Reyni og Ólavur, sum er giftur við Ester.
Hon eigur tvær ommudøtur, tær eita Sanna og Elin Maria. Ommudøturnar búgva báðar í Danmark, og nú tær eru heima í summarfrí, veit Sæunn ikki alt tað góða, hon skal gera fyri tær báðar.
Sæunn hevur handilsútbúgving frá Handelshøjskolen í Keypmannahavn, og í 70-unum starvaðist hon sum høgra hond hjá pápa sínum, til hann í 1980 legði árarnar inn. Tá tók hon virkið upp eftir hann, til hon í 1988 fór niður á Læknaskrivaraskúla.
Seinasta valskeið varð hon vald í Runavíkar býráð, har hon millum annað sat í fíggjarnevndini og sosialu nevnd.
Í býráðsarbeiðinum var Sæunn serstakliga nærløgd, og hon gongur við fullum huga upp í tað, sum hon fæst við. Hon er ein kvinna við fáum orðum, men hon avrikar nógv, har hon er.
Millum teir, sum hava arbeitt saman við henni í býráðnum, er hon nógv saknað, í arbeiðnum har.
Hon er ikki rødd fyri at siga sína síni sjónarmið, og førir tey fram greitt og við fáum orðum. Hennara stóri áhugi er sosial mál, og eldrapolitikkur er avgjørt hennara hjartamál.
Hon hevur lagt eitt stórt arbeiði í Eysturoyar Ellis og Røktarheim, og verandi útbygging hevur hennara stóra áhuga.
Síðani í 1989 hevur hon verið leiðsluskrivari á medissinsku deild. Við sínum viðføddu leiðaraevnum og vinnandi verumáta eydnaðist tað henni at lyfta læknaskrivarastarvið upp á eitt hægri støði.
Hon er formaður í læknaskrivarafelagnum í Føroyum og stendur eisini fyri læknaskrivaraútbúgvingini í her.
Sæunn er røkin og vælgjørd í øllum, sum hon arbeiðir við bæði á arbeiðsplássinum og heima við hús.
Kemur tú inn á gólvið í heiminum hjá Sæunn og Jóannes í Saltangará, er hon altíð bæði blíð og fryntlig, og tú skalt ikki hava sitið leingi hjá henni, til drekkamuðurin er komin á borðið, við onkrum leskiligum heimabakaðum afturvið.
Sæunn hevur vakra søngrødd, og í sínum ungu árum setti hon sín dám á vælumtókta Midnáttarsangbólkin.
Vit ynskja Sæunn hjartaliga tillukku við degnum og nýta høvið at takka henni fyri ta gleði, sum hon við sínum friðsama smíli spreiðir rundan um seg.