Sävehof vann á Flensburg sum tó vann ein samlaðan sigur

Óli Mittún og liðfelagarnir vunnu ein flottan 29-28 sigur á Jóhan á Plógv Hansen og hansara liðfeløgum, ið tó vunnu samanlagt

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof høvdu torføran málsetning í seinnu fjórðingsfinaluni í EHF European League á útivølli móti Jóhan á Plógv Hansen og liðfeløgum hansara í Flensburg Handewitt.

 

Flensburg vann fyrra dystin í Partille 41-30, og var Flensburg risastórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna seinna dystin móti Sävehof.

 

Tað eydnaðist tó Sävehof at fáa ein flottan enda í kappingini við at vinna 29-28 á Flensburg. Serliga lá væl fyrri í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Sävehof á odda 15-11. 

 

Miðaloddsini hjá veddingarfyritøkunum vóru so lág sum 1,03 upp á heimasigur til Flensburg. Miðaloddsini upp á útisigur til Sävehof vóru so høg sum 14,25, so talan er um eitt bragd hjá Sävehof í so máta. Tað rakk bara ikki í tí samlaða roknskapinum.

 

Flensburg vann samanlagt ein 69-59 sigur í fjórðingsfinalunum, og tí vera tað Jóhan og liðfelagarnir sum fara at kappast í Final Four í Barclay Arena í Hamburg. Final Four verður leikt 25. og 26. maj. 

 

Í kvøld skoraði Jóhan fimm mál fyri Flensburg, og hann var millum toppskjúttarnar hjá Flensburg. Óli skoraði fýra mál fyri Sävehof, og var næstbesti málskjúttin hjá Sävehof.

 

Klokkan 19.45 spæla Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin fjórðingsfinalu á útivølli móti franska liðnum, Nantes. Fyrra fjórðingsfinalan endaði við javnleiki 33-33.