Sum fyrsta útlendska oljufelagið, ið burturav ætlar sær at leita eftir olju og gassi við Føroyar, hevur norska Saga Petroleum latið upp skrivstovu í Havn. Hetta hendi í gjár, tá teir báðir stjórarnir, Geir Atle Rishovd og Pauli Einarsson
hildu tíðindafund og kundu taka ímóti teimum fyrstu vitjandi.
Felagið hevur leigað seg inn í hølini hjá Trygd á Bryggjubakka og verður talan í fyrstu atløgu bert um teir báðar. Men sum frálíðir og tað nærkaskt eini fyrstu útbjóðing á føroyskum øki verða helst fleiri fólk sett.
Teir báðir koma at standa fyri sambandinum millum móðurfelagið í Noregi, dótturfelagið í Havn og føroyskar myndugleikar, vinnulív og mannin á gøtuni. Endamálið við at seta á stovn skrivstovu er at verða betri brynjaður til at bjóða uppá fyrstu útbjóðing, sum verður í næstu framtíð.
-Saga ætlar sær at vera operatørur í fyrstu runduni og er skrivstovan í Havn eitt týðandi stig á hesi leið sigur fyrisitingarligi stjórin í Saga Petroleum Føroyar, Terje Hagevang.
Tað verður so starvsfelagi hansara, Geir Atle Rishovd frá Florø, sum fer at verða dagligur leiðari á skrivstovuni. Hann hevur annars arbeitt hjá Saga í Florø. Nú skal hann so vera fastbúgvandi í Føroyum.
Pauli Einarsson verður føroyski stjórin í Saga Føroyar og verður tað serstakliga hann, sum skal standa á odda fyri samskiftinum við føroyskar myndugleikar, stovnar og vinnulív.
Pauli Einarsson er útbúgvin maskinmeistari og hevur seinastu árini tikist við oljumál av ymsum slag. Hann hevur siglt við seismikkskipum, hann var við til at seta á stovn arbeiðsávísing á ALS við serligum atliti til sjófólk í oljuvinnuni og hann hevur so eisini verið formaður í Føroya Oljuídnað.
Nú hann hevur tikið við tí nýggja starvinum fer hann at taka seg úr nevndini í Føroya Oljuídnað.
Geir Atle Rishovd er fegin um at sleppa at royna seg í Føroyum. -Eg eri ótrúliga glaður um at hava fingið hesa uppgávuna og eg vóni, at vit kunnu fáa ein góðan dialog við bæði myndugleikar og vinnulív sigur hann.
Sum ein av sínum fyrstu uppgávum fer hann saman við Paula Einarsson at vitja ymisk virki kring landið. Hetta er partur av tí herferð, sum Saga herfyri lýsti við í bløðunum, har felagið beyð sær til at hjálpa føroyskum vinnuvirkjum við at gera búgva tey út til at vera við í eini komandi oljuvinnu.
-Eg haldi hetta er ein týðandi uppgáva, og her kunnu føroyingar uttan iva læra nógv av norsku royndunum.
Saga Petroleum er annars við í fleiri tiltøkum í Føroyum, eitt nú GEM-verkætlanini, sum snýr seg um at kortleggja umhvørvið. -Eisini á hesum økinum fer tað at vera ein fyrimunur fyri okkum at vera á staðnum sigur Geir Atle Rishovd.
Terje Hagevang, sum hesi seinastu árini, hevur staðið á odda fyri virkseminum hjá Saga á Atlantsmótinum og her eisini Føroyum heldur stórar møguleikar liggja við Føroyar. -Vit vóru ikki her, um vit ikki hildu her vóru góðir møguleikar at finna olju og gass. Skrivstovan í Havn skal so vera karmurin um komandi menningina í hesum økinum.
Hann er sjálvandi eisini fegin um, at Saga er fyrsta oljufelagið, sum ger av at lata upp skrivstovu her í sambandi við komandi útbjóðing.
-Eg haldi tað hevur stóran týdning, at oljufeløgini vísa flaggið her á staðnum, tí á henda hátt kunnu vit best samvinna við føroyingar. Tað er eisini ein máti at avmystifisera oljuvinnuna, sum millum mong verður hildin at verða ein fullkomiliga fremmand verð.
Pauli Einarsson heldur nýggju uppgávuna verða bæði spennandi og avbjóðandi. Nú hann hevur verið við til at hjálpa øðrum í gongd heldur hann tað vera rætt at taka sær av eini ávísari arbeiðsuppgávu, har eisini hann sjálvur sleppur at menna seg.
-Hóast er havi verið nógv uppí oljuvinnuni, so fái eg nústaðni møguleikan til at fara til botns og skaffa mær vitan og royndir, sum so aftur kunnu koma bæði Saga men ikki minst Føroyum væl við.
Pauli Einarsson heldur tað er sera týdningarmikið, at útlendsk oljufeløg royna at fáa føroyska vinnu við í menningina og sær hann hetta sum eina av sínum fremstu uppgávum.
Keypti Santa Fe
Saga Petroleum telist ikki millum heimsins størstu oljufeløg. Meðan onnur feløg eisini taka sær av sølu til vanliga brúkaran, so arbeiðir Saga bara við at leita eftir olju og gassi og at fáa hesi til høldar.
Í fjør keypti Saga oljufelagið Santa Fe fyri fleiri millardir kr. Felagið er givið við virksemi sínum í Indonesia og er farið at vísa Atlantsmótinum stóran ans. Hóast talan er um stór dýpi, sum seta krøv til stórar íløgur, so heldur Terje Hagevang, at teir eru væl fyri í so máta. Teir skulu til at bora á 1400 metrum í miðnoregi og á 3000 metrum við Rock All. Tá hugsað verður um, at mesta dýpið við Føroyar er kanska 1500 metrar, so er hetta ein avbjóðing, sum Saga er ført fyri at møta.
Hvat viðvíkur fíggjarligu støðuni hjá felagnum, so hevur tað havt okkurt bakkastið í 97 orsakað gongdini á gjaldoyramarknaðinum, men hjá Saga eru teir bjartskygdir og halda, at framtíðin sær ikki so døpur út kortini, eisini hóast tað at oljuprísirnir í løtuni eru lágir.
-Vit arbeiða sjálvandi við langtíðarætlanum, og er oljuprísurin lágur í løtuni, merkir tað ikki, at hann framhaldandi fer at halda seg so lágt sigur Terje Hagevang.
Uppá fyrispurning um ikki ein so lágur oljuprísur ger tað ólønandi at leita eftir olju við Føroyar sigur hann, at tað veldst um so nógv viðurskifti. Hann váttar tó, at nærkast prísurin teimum 12 dollarunum fyri tunnuna, so verður leiting í heila tikið lítið lønandi.
Saga Petroleum stendur annars til at gera risastórar íløgur í Snorre feltið. Talan er um 11 milliardir kr. komandi árini í útbygging av Snorre 2.
Saga er enn ikki partur av nøkrum oljusamtaki. Arbeitt verður saman við feløgum, men talan er ikki um nakað ávíst samtak.
-So skjótt vit fara at søkja um loyvi at bora fara vit at vera saman við øðrum oljufeløgum, tí her er talan um stórar íløgur og risiko sigur Terje Hagevang.
Hann vónar annars, at tað verður ein útbjóðing í hesum árinum. Hvat oljulógini viðvíkur heldur hann, at tað ger hvørki frá ella til fyri oljufeløgini, um føroyingar vilja hava við í lógina, at allar vørur og tænastur skulu yvir føroyskan keikant.