Sagt og skrivað um/av Toda

»Er tað nakar leikari hjá okkum, sum mótstøðumenninir ræðast, so er tað Todi«
Flemming Østergaard í samrøðu við Sosialin, apríl 2000

»Tað kann ikki vera rætt, at Todi líkist einum, sum hevur verið í grindadrápi, hvørja ferð hann hevur verið á landsliðnum«
Niels Christian Holmstrøm, ítróttarstjóri í FCK í mars 2001

»Eg havi onga avgerð tikið um tað enn, men tað er klárt, at mann fer at hugsa eitt sindur, tá skaðarnir konstant raka so óheppið«
Todi við Sosialin í mars 2001, tá tankarnir um eitt møguligt landsliðsavboð fyrstu ferð gjørdist almennir

»Eingin ivi skal ver aum, at eg fegin vil spæla fyri Føroyar. Tað er nakað heilt serligt. Men á hinari síðuni eru tað skaðarnir og fótbóltsframtíðin«
Todi, 21. mai 2001, tá hann skuldi taka støðu til landsliðsframtíðina

»Eg havi havt sera ilt við at taka avgerðina. Hjartað hevur verið fyri at spæla við Føroyum, men skilið hevur sagt mær, at akkurát nú átti eg at givið avboð«
Todi í Sosialinum 23. mai 2001, tá avboðið varð veruleiki

»Tað er spell. Ikki bara fyri meg sum venjara, men serliga fyri føroyska landsliðið, sum missur sín kanska størsta profil«
Allan Simonsen, táverandi landsliðsvenjari, eftir avboðið

»Og sjálvt um tað í eygunum á summum sær út til, at landsliðið nú hevur mist allan brodd, so vita vit, at tað ikki er heilt rætt. Men tað verður ikki tað sama«
Emil L. Jacobsen í Dimmalætting, tá avboðið var veruleiki

»Todi er kalla ein fullkomin spælari. Hann hevur skjótleika og styrki sum fáur, og eg haldi meg kunna siga, at hann er so nógv tann besti leikarin, sum vit eiga. Tað er einki, sum kann steðga honum«
Sibusiso Zuma eftir DM-gullið í 2001

» Todi hevur verið fantastiskur fyri okkum í ár. Hann er ein veruliga stórur spælari, og hann er eisini eitt gott menniskja«
Roy Hodgson eftir DM-gullið 2001

»Tað er eingin loyna, at flogvitið í føroyskum fótbólti, Todi Jónsson, eigur eitt stórt pláss í mongum føroyskum fótbóltshjartað, og verða stórar vónir settar til framtíð hansara í altjóða fótbólti«
Oddagrein í Sosialinum undan FCK-Lazio í august mánaði 2001

»Og so skulu vit eisini hava Toda Jónsson aftur á landsliðið«
Henrik Larsen, tá hann í mai 2002 varð settur sum landsliðsvenjari

»Tað hevði verði synd, um Todi ongantíð kom við aftur á landsliðið, tí hann er ikki ungur longur, og eg haldi, at hann møguliga broytir støðu einaferð«
Henrik Larsen á sama tíðindafundinum

»Todi Jónsson er besti álopsleikarin í superliguni«
Christian Andersen ? eg eri besti venjarin í Danmark! ? í august 2002

»Eg havi skilt á lagnum, at okkurt hevur verið frammi um, at eg ikki eri áhugaður á at spæla á landsliðnum. Tað harmist eg um«
Todi við Sosialin í september mánaði 2002

»At venda okkara fræga spælara, Toda Jónsson, bakið og ynskja hann har piparið grør, tí hann ikki hevur vilja spælt fyri tjóðarlandið í seinastuni, er lítið uppbyggjandi. Hví ikki heldur lata farið vera farið og heldur hyggja frameftir«
Oddagrein í Sosialinum, í juni mánaði 2003

»Eg vóni, at øll tey, sum hava eina áskoðan um hetta, og sum vilja spyrja meg um hetta, nýta høvið til at gera hetta í morgin. Tá ið tíðindafundurin er liðugur, havi eg sagt síðsta orðið um, hví eg ikki havi verið á landsliðnum«
Todi á heimasíðuni undan tíðindafundinum

» Tað hevur nokk rørt meg eina ella aðrastaðni. Annars hevði eg ikki sitið soleiðis í dag«
Ein sjónliga rørdur Todi um skrivingina, sum ikki altíð hevur verið eins tespilig

»Eg má eisini siga, at eg onkra tíð hava verið glaður fyri, at eg ikki havi verið á landsliðnum hesi trý árini. Tí eg havi vita av, at eg ikki hava verið førur fyri at spæla fyri bæði Føroyar og FCK«
Todi á tíðindafundinum

»Eg hevði gjarna vilja spælt, men kroppurin vildi ikki«
Todi á tíðindafundinum

»Fyri meg hava tað verið trý sera hørð ár. Pá ein ella annan máta eri eg glaður fyri, at eg tók ta avgerð, sum eg tók, tí annars hevði eg kanska kortini verði noyddur at gevast ? men eg eri eisini glaður um at vera við aftur«
Todi við Útvarpið eftir tíðindafundin


»Eg føli meg hava nógv at geva landsliðnum. Og eg vil eisini gjarna hjálpa teimum ungu leikarunum, sum nú eru á veg fram«
Todi á tíðindafundinum

»Væl afturkomin!«
Suni Merkistein, tá hann endaði samrøðu við Toda í Útvarpinum hósdagin

»Allir góðir leikarar eru sjálvandi vælkomnir á landsliðið, og Todi er ein klassaleikari. Hann verður ein risavinningur fyri okkum«
Henrik Larsen við Útvarpið eftir boðini

»Tað er deiligt fyri landsliðið og fyri landið, at Todi nú er við aftur«
Henrik Larsen við Rás2

»Eg eri sjálvandi glaður fyri, at ein spælari av hansara kalibur er tøkur aftur á landsliðnum«
Óli Johannesen, liðskipari, við Rás2

»Tað er eingin ivi um, at øll tey, sum halda við landsliðnum, hava saknað Toda«
Regin Egholm, formaður í 12. manni, við Rás2

»Mann kann ikki garantera nøkrum eitt pláss millum teir fyrstu ellivu. Men hann er sjálvandi eitt gott boð«
Henrik Larsen við Rás2