Jóhann Mortensen
Tíðindaleiðari í Útvarpinum
Leon Smith hevur í í Sosialinum og Dimmalætting mikukvøldið eina atfinningarsama grein ímóti føroyskum fjølmiðlum “við Útvarpinum á odda” í samband við flogvanlukkuna í Noregi og tíðindaflutningin eftir hana.
Grundleggjandi atfinningin í greinini er, at fjølmiðlarnir áhaldandi hava spurt um trygdina hjá Atlantic Airways.
Sum fjølmiðil er tað okkara skylda at seta spurningar. Eisini kritiskar spurningar.
Men skyldan um góðan fjølmiðlasið er hildin og neyðug atlit eru tikin. Í hvørjum einasta føri, spurnartekin er sett við trygdina hjá Atlantic Airways, er málið kannað, og umboð fyri flogfelagið hava fingið høvi at svara aftur.
Vit hava ikki “kritikkleyst” endurgivið norskar fjølmiðlar. Í einum føri endurgóvu vit norskan fjølmiðil fyri tíðindi um, at starvsfólk hjá Aker-Kværner settu spurnartekin við trygdina hjá føroyska flogfelagnum. Men í sama innslagið høvdu vit eisini viðmerking frá stjóranum í Atlantic Airways til norsku atfinningarnar.
Í greinini skrivar Leon Smith eisini um viðurskifti, sum ikki passa.
Útvarpið umrøddi ongantíð málið, tá fráfarni flogskiparin, Hans Hansen, skuldi havt flogið eitt flogfar hjá Atlantic Airways við ferðafólki til Føroya.
Harafturat hava vit ongantíð brúkt orðið neyðlending, tá talan var um trygdarlending. Tvørturímóti siga vit longu í fyrsta innslagnum um hendingina, at talan er ikki um eina neyðlending, men um eina trygdarlending. Og dagin eftir seinru trygdarlendingina gera vit harafturat eitt innslag, har júst munurin millum trygdarlending og neyðlending verður greinaður.
Heldur ikki settu vit trygdarlendingina, tá flapsini ikki virkaðu, í samband við vanlukkuna í Stord. Eitt tað fyrsta, vit gjørdu tann morgunin tá vanlukkan hendi, var at kanna, um talan var um sama flogfar, sum stutt frammanundan setti seg av trygdarávum. Tað var ikki sama flogfar og tað staðfestu vit sama fyrrapart kl. 10.00.
Tí er niðurstøðan, at einki páhald hjá Leoni Smith hevur hald í veruleikanum. Mæli honum tí til at brúka sannar grundgevingar, næstu ferð hann finst at øðrum um ein kamb.
Um eftirlit skrivar Leon Smith annars, at “journalistar okkara skulu vera glaðir fyri, at ein altjóða eftirlitsmyndugleiki ikki andar teir í nakkan alla tíðina”.
Vit hava ikki nakað altjóða eftirlit, men vit hava tíbetur fingið lóg um fjølmiðlaábyrgd. Eftir henni ber til at kæra til fjølmiðlanevndina um vánaligan fjølmiðlasið. Og tað kann Leon Smith gera, um hann heldur, at vit ikki hava hildið góðan fjølmiðlasið.