Í morgin verður Bókadagurin 2010 hildin í Miðlahúsinum og á Hvonn. Klokkan 17 verður pallborðsfundur undir heitinum »Hví koma so fáar skaldsøgur á føroyskum, og hví hevur tað týdning at fleiri koma?«
Tað er sangleikurin Jesus Christ Superstar sum er beinleiðis orsøkin til, at Bókadagurin hjá Rithøvundafelagnum ikki verður hildin í Norðurlandahúsinum, men í Miðlahúsinum og á Hvonn. Barnatiltakið, pallborðið og bókasølan og onkrir upplestrar verða í Miðlahúsinum, meðan upplestrarnir verða á Hvonn.
- Vit halda tað verða stuttligt og spennandi at royna nøkur nýggj høli, og tað verður áhugavert at vita, um bókadagurin verður eins væl vitjaður sum hann plagar, sigur Rakel Helmsdal, sum er forkvinna í Rithøvundafelagnum.
Á bókadegnum verða fyrst og fremst uppruna føroyskar bøkur vístar fram, men eisini týddar bøkur eru við.
- Tað eru ikki so nógvar føroyskar bøkur komnar í ár, men hinvegin er ein rúgva av týddum bókum. Talan er í fleiri førum um heimsbókmentir, sum jú eisini hava stóran týdning, sigur Rakel Helmsdal.
Bókadagurin er hildin fyri at seta fokus á bókmentir, og skráin fyri dagin er hendan:
Barnabókatiltak
Miðlahúsið kl. 14-15
? Ingun Christiansen: Garðvættrarnir gera uppreistur
o Barnakórið við Joannu Johansen kemur at syngja sangir úr bókini
? Helle T. Johansen: Tey í 5B
? Rakel Helmsdal: Skrímslavitjan
? Janus á Húsagarði: Mosalisa (Janus teknar saman við børnunum, til ber hjá teimum vaksnu at fara yvir á Hvonn at lurta, meðan børnini halda á at tekna.)
Vaksnabókatiltak
Miðlahúsið og Hvonn frá kl. 15
Upprunaføroyskar bókmentir
Hvonn kl. 15
? Sigri Gaini: Vaknandi
? Hanus Kamban: Gullgentan
? Tóroddur Poulsen: Rend
? Marjun S. Kjelnæs: Skriva í sandin
? Sonne Smith: Søgan um jødarnar
? Agnar Artuvertin: Sporvognurin
Tíðarrit
Hvonn kl. 16
? Listabloggurin
? Vencil
Týðingar
Miðlahúsið kl. 16.35
? Elin Henriksen: At máta heimin eftir Daniel Kehlmann
? Marianna Hoydal: Pedro Páramo eftir Juan Rulfo
? Carl Johan Jensen: Hvíta Bókin eftir Einar Már Guðmundsson
Pallborð
»Hví koma so fáar skaldsøgur á føroyskum og hví hevur tað týdning at fleiri koma?«
Miðlahúsið kl. 17
Í pallborðinum:
Marna Jacobsen, Carl Johan Jensen, Turið Sigurðardóttir og Bergur D. Hansen.
Orðstýrari verður Súni Merkisstein.