Saknur var í teimum

Tilsamans 110 landsdystarroyndir. So nógv ríkari er hópurin hjá Brian Kerr undan dystinum í móti Rumenia, nú Jákup á Borg, Símun Samuelsen, Christian Lamhauge Holst og Einar Hansen hava sitið leikbann av sær

FÓTBÓLTUR

Piatra Neamt, Rumenia: Teir fýra byrjaðu allir sum ein inni í sigrinum móti Litava. Teir somu fýra sótu allir uttanfyri leygarkvøldið.
Jákup á Borg er tann leikarin við næstflest royndum á føroyska landsliðnum. Mikukvøldið kann hann spæla sín dyst nummar 60. Tilsamans eru teir fýra leikbannaðu leikararnir seinasta dyst skrásettir fyri heili 110 landsdystir.
Umframt hesar royndir, er eisini talan um nakrar mans, sum hava verið ógvuliga væl koyrandi seinastu tíðina. Bæði á landsliðnum og í heimligu deildini.
Harumframt hava bæði Símun Samuelsen og Christian Lamhauge Holst nakrar royndir frá Íslandi og Danmark, sum eru rættiliga nógv verdar í landsliðssamanhangi.

Góðir undir venjing
Hóast teir fýra ikki vóru tøkir leygarkvøldið, hava teir vant eins hart og nógv og hinir. Undir hesum somu venjingum hevur Jákup á Borg víst seg at vera serstakliga væl fyri, meðan hinir tríggir eisini hava verið sannførandi.
Tað vil siga, at teir higartil hava gjørt sítt at sannføra Kerr um, at teir skulu hava pláss á liðnum mikukvøldið.

Tríggir fyri fyrstu ferð
Fyri Jákup á Borg er hetta við leikbannum annars ikki nakað nýtt sum so. Hinvegin hava hvørki Símun Samuelsen, Christian Lamhauge Holst ella Einar Hansen verið leikbannaðir á landsliðnum áður.
Hvat Símuni Samuelsen og Christian Lamhauge Holst viðvíkur, er hetta áhugavert. Báðir hava nevniliga verið partur av landsliðshópinum í seks ár, men hetta er fyrsta leikbannið, teir hava rent seg í.
Í so máta var Einar Hansen kvikari. Hann spældi sín fyrsta landsdyst í 2007. Um hann kemur at spæla dyst nummar níggju mikukvøldið, fer tíðin at vísa. Í øllum førum var saknur í honum og hinum á vøllinum leygarkvøldið.