Saksøkja Røkke-trolara

Tríggir amerikanskir fiskimenn hava saksøkt ein av trolarunum hjá Kjell Inge Røkke eftir fleiri tíggjutals milliónum dollarum. Saksøkjararnir krevja endurgjald fyri tíðarskeiðið 1989 til 1998. Málið rakar neyvan samstarvið við føroyingar

Tríggir amerikanskir fiskimenn hava saksøkt ein av verksmiðjutrolarunum hjá Kjell Inge Røkke og hansara felag, Aker RGI eftir endurgjaldi. Teir tríggir hava saksøkt trolaran »American Triumph«, men leggja samstundis herðslu á, at kravið er komið vegna øll, sum hava verið við í fiskiskapinum uttan fyri Alaska síðani 1989.

Teir tríggir fiskimenninir meina, at »American Triumph« hevur fiskað ólógliga, tí tað upprunaliga fiskiloyvið var givið á skeivum grundarlag. Kravið er eitt endurgjald fyri tann fiskin, sum trolarin hevur fiskað hesi árini. Teir hava ikki sett tal á, hvussu stórt endurgjaldið eigur at vera, men metingar vísa, at talan er um nógvar tíggjutals milliónir dollarar. Meir enn 25.000 fiskimenn hava luttikið í Alaskafiskiskapinum síðani 1989.

Saksøkjararnir siga í grundgevingini, at teir sum áttu trolarar í 1987, fingu fiskiloyvið á skeivum grundarlag, og at felagið gav myndugleikunum skeivar upplýsningar.


Siga nei til kravið

Kjell Inge Røkke keypti í 1990 »American Triumph« gjøgnum sítt amerikanska felag American Seafoods Company (ASC). Seinni hevur Aker RGI yvirtikið trolaran. Saksøkjararnir meina ikki, at Kjell Inge Røkke hevur framt nakað ólógligt í hesum málinum, men at tað er sjálvur trolarin, sum er saksøktur. Aker RGI og Kjell Inge Røkke avvísa endurgjaldskravinum.

»American Triumph« varð síðsta mánadagin hildin aftur og sleppur ikki útaftur fyrr enn rættarfundur hevur verið ein av døgunum millum jólanna. Tað er ikki óvanligt, at trolarar vera hildnir aftur í samband við eitt rættarmál, men innihaldið í hesum sakarmálinum er so sjáldsamt, at sjálvt í amerikanskari rættarsøgu er einki mál, sum kann samanberast.

»American Triumph« hevur í dag eitt vanligt fiskiloyvi sambært nýggju fiskivinnulóggávuni í USA sum kom í gildi í 1998.


Selja alt í USA

Aker RGI hevur annars fyri fáum døgum síðani boðað frá, at teir skulu selja alt sítt fiskivinnuvirksemi í Alaska og USA annars. Útlendingar sleppa ikki longur at sita sum meirlutaeigarar í amerikanskari fiskivinnu.

Sakarmálið rakar ikki hesa søluna, men virðið á Norway Seafoods og Aker RGI kann minka, um teir tapa málið.

Roknað verður ikki við at hetta sakarmálið kann rakað tað samstarv sum er á veg millum Røkke og føroyingar.