Illveðrið hevur við sær, at Strandferðslan nú hevur avlýst ruturnar í Kalsoynna og til Nólsoyar.
Ternan fer síðsta túrin í dag av Havnini og til Nólsoyar klokkan 13 og úr Nólsoy klokkan 13.25.
Sam liggur í Klaksvík, og hann loysir ikki aftur í dag, verður upplýst á ssl.fo.
Smyril siglir ikki meiri í dag.
Á heimasíðuni hjá Strandferðsluni verður sagt, at seinkingar og avlýsingar kunnu væntast á bygda- og oyggjaleiðum.