Tá løgreglan í nátt steðgaði einum bili, gjørdist tað eitt størri mál enn væntað. Fyri tað fyrsta, so vildi bilførarin ikki siga, hvør hann var. Tað er tað fyrsta lógarbrotið, sum verður sektað við bót.
Tá løgreglan so fór at kanna persónin nærri, vísti tað seg, at hann hevði rúsevni uppi á sær.
Tað vísti seg, at bilførarin heldur ikki hevði koyrikort. Hann verður tí skuldsettur fyri at koyra uttan førararætt.
Og tað fjórða lógarbrotið var, at hann koyrdi ávirkaður av rúsevnum, sum hann eisini verður skuldsettur fyri.
Tilburðurin fór fram í Tórshavnar kommunu, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.










