Sama søgan hjá kvinnunum

Fótbóltur: Í 1. deild hjá kvinnum nertir eingin við KÍ, men B36 fylgir væl við og er framvegis bara trý stig aftanfyri.

Longu mikukvøldið í farnu viku settu KÍ-kvinnurnar hol á 13. umfar í bestu kvinnudeildini. Tær vunnu stórt 7-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. B36, sum er nærmasti kappingarneytin, vann á heimavølli 4-0 ímóti B68/NSÍ. Tað merkir, at tær framvegis bara eru trý stig aftanfyri KÍ.
AB heldur rimmar fast um triðja plássið í deildini eftir 5-2-heimasigur á ÍF. Heima í Sarpugerði vórðu Víkinga-kvinnurnar eyðmýktar 7-0 ímóti HB, meðan Skála skuldi brúka 75 minuttir fyri at sláa ein tepran 1-0-sigur fastan ímóti botnliðnum FC Suðuroy.

albinus@sosialurin.fo

KÍ - EB/Streymur 7-0 (1-0)
1-0: Malena Josephsen, 40.
2-0: Maria K. Thomsen, 50.
3-0: Elsa Maria Simonsen, 54.
4-0: Eyðvør Klakstein, 55.
5-0: Maria K. Thomsen, 59.
6-0: Maria K. Thomsen, 63.
7-0: Rannvá B. Andreasen

B36 - B68/NSÍ 4-0 (0-0)
1-0: Margit Magnusdóttir, 46.
2-0: Birita Mortansdóttir, 51.
3-0: Birita Mortansdóttir, 73.
4-0: Birita Mortansdóttir, 75.

AB - ÍF 5-2 (3-2)
0-1: Thurid A. Petersen, 2.
1-1: Elin Maria Isaksen, 9.
2-1: Doris í Garði Olafsdóttir, 31.
2-2: Erla K. Róin, 43.
3-2: Elin Maria Isaksen, 45.
4-2: Elin Maria Isaksen, 55.
5-2: Elin Maria Isaksen, 66.

Víkingur - HB 0-7 (0-3)
0-1: Heidi Sevdal, 15.
0-2: Milja R. Simonsen, 27.
0-3: Heidi Sevdal, 45.
0-4: Heidi Sevdal, 64.
0-5: Heidi Sevdal, 66.
0-6: Milja R. Simonsen, 68.
0-7: Heidi Sevdal, 88.

Skála - FC Suðuroy 1-0 (0-0)
1-0: Fríðrún Danielsen, 75.