Saman oyggjar - Nýtt land uppfunnið í Løgtinginum

Tíðargrein:

Løgtingsmál nr. 71/2009 um nýggjar skattingarsáttmálar er til viðgerðar í Tinginum og ymsum løgtingsnevndum. Í skjølum um hetta lítla løgtingsmál eru minst tríggir stavimátar. Løgtingið vasar ímillum: Saman oyggjar, Caman Islands, Cayman Islands.

Her vísir seg eitt kaos, sum hevur sína grund í tí ófullfíggjaða hammershaimbska alfabetinum, sum tíverri útihýsir nøkrum vanliga brúktum bókstavum: c, q, x, w, z.
Loysnin er løtt og einføld: Havið sum grundreglu at skriva sernøvn ella proprium (landanøvn, staðanøvn og onnur nøvn) soleiðis, sum vanligt er í teim ymsu londunum ella máløkjunum. Ikki Saman oyggjar, men Cayman Islands.

Regin Eikholm contra Una Arge
Sama problem var til viðgerðar í Útvarpinum í ”Eygsjón” (mánadagin 23.11.09) har Regin Eikholm og Uni Arge løgdu fram sjónarmið síni um alfabetið, ella stavraðið (íslendskt. stafróf), sum nøkur eru farin at kalla tað. Orðaskifti kann síggjast sum framhald av fundinum í Miðlahúsinum herfyri, har staving av fremmandum staðanøvnum, alfabet og eitt nýtt málráð blivu viðgjørd.
Sum heild var orðaskiftið sakligt og upplýsandi, men nakað stutt og tilvildarliga stýrt av útvarpsmanninum (Hann tosaði m.a. um ”fremmandar” stavir - hvat er tað, hví fremmand?).
Eg skrivi hetta, tí Uni Arge, eftir mínum tykki, bygdi fleiri av sínum argumentum á misskiljingar ella skeiva uppfatan av málsøguni. Møguliga havi eg ikki fangað alt, og tað eg citeri, er eftir minninum.

Allir ’føroyskir’ bókstavir eru komnir úr latíni
Eisini málberingin í sjálvum sær kann benda á misskiljingar. Til dømis um sagt verður: ”Hví skulu latínskir stavir blandast upp í tað føroyska stavraðið?” Hartil er at siga, at føroyska stavraðið ella alfabetið er tað latínska alfabetið. k, l, m, n, o, p og hinir eru allir vanligir latínskir bókstavir. Tað serliga -ð- er eitt bleytt d, sum hevur eina striku sum frámerki. Henda serliga úttalan er langt síðan dottin burtur í føroyskum, men er varðveitt í íslendskum. Flestu donsku d hava eisini ’bleyta’ úttalu, at bade, at glæde, at nyde.
Nøkur serlig føroysk ljóð, mest tvíljóðini, hava fingið eina striki uppi yvir latínska bókstavinum, á, í, ó, ý. Men grundvirðið í hesum bókstavunum er framvegis sum í tí basala latínska alfabetinum.
Nøkur lond skoyta nøkur serljóð hjá teimum uppí, so danskt til dømis hevur æ, ø og å aftrat tí grundleggjandi latínska. Og tí er tað bara tápuligt at hoyra, at ein tjóðveldismann í Løgtinginum spyr, um vit nú skula hava danskt bolle-å upp í føroyskt. Nei, tað kemur slett ikki upp á tal, tað er ikki partur at tí basala latínska, sum gongur frá A til Z. Og Tað veit Torbjørn óiva væl?

Hammeshaimb kubbaði nakað av
Skal man so við tí avkubbaða hammershaimbska alfabetinum fara út í heim, ella taka heimin heim til sín (á netinum til dømis.) - so ert tú illa útgjørdur. Her hava so summir persónar funnið uppá, at í staðin fyri at skoyta teir manglandi bókstavirnir uppí, so skula vit bara stava øll heimsins lond og nøvn upp á ’føroyskan’ máta. Heldur broyta alla verðina, enn at tilpassa alfabetið til veruleikan. Sanniliga revolutionert?
Vónandi finna løgtingsmenn hetta land, sum teir gera skattaavtalu við. Men hvørki Google, Altavista, sjókort ella landkort vísa nakra leið til Saman Oyggjar.

München ella Mýnskinn?
Uni Arge brúkti fleiri ferðir vendingina: »Skula vit so blanda alt saman?« Og legði aftrat: »Skula vit stava München við týskum ü?« Ja, sjálvandi skula vit tað!!!
Hvussu annars. Har er einki problem yvirhøvur. Týskarnir hava eitt u, í summum orðum fær tað umljóð, sum týskarnir skriva -ü- . (Luft->lüftung. Mund> Mündung).
Vit vænta eisini, at týskarar eru høviskir og skriva Tórshavn, hóast teir helst ikki vita, at -ó- er tvíljóð/diftongur. Onnur mál, eitt nú spanskt, brúka strikuna (accent aigu) til at vísa, at trýsti liggur hér. Men München burdi ikki verið nakað problem. Í Føroyum er gamalt at stava bæði Müller og Lützen rætt.
Víðari spurdi Uni Arge: »Skula vit so eisini hava kyrilliskt uppí?« Svarið er stutt nei, tí kyrilliskt (td. russiskt) er ikki partur av tí latínska. Spurningurin hjá Una Arge er eitt dømi um totala misskiljing.

Troðkað inn, ella sogið inn?
Sagt var eisini, at danskir prestar ’daniseraðu’ nøvnini. Hetta er bert partvís rætt. Ofta verður gloymt, at Joen (av Johannes, Johan) helst er tann eldri formurin, eldri enn Jógvan, har ljóðinnskotið -gv- er komið rættiliga seint. Danskir prestar (og føroyskir, norskir) hava ikki avbronglað, men skrivað so, sum úttalan var tá. Tann formurin, sum stóð í Bíbliuni, var sjálvandi ein fyrimynd hjá øllum kristnum.
Tað, sum bleiv ’troðkað’ inn av prestum var kristindómurin, fyrst katolicisman síðan lutheranisman. Men tað er sjálvandi lættari at diskutera bókstavir enn religión og politikk, ella hvat? Eg trúgvi heldur, at føroyingar hava sogið tað danska bíbilmálið til sín, næstan sum nakað guddommiligt.

Gjov er eldri enn Gjógv
Somuleiðis hoyrdi eg í skúlanum - og tann misskiljing stendur við millum fólk - at danskir embætismenn dugdu ikki at skriva føroysk staðanøvn ordiligt. Tað var láturligt, fingu vit at vita, at skriva Gjov, Sjóv, Thorsvig og Vestmannahavn í staðin fyri Gjógv, Sjógv, Hósvík og Vestmanna. Sakin er, at teir gomlu donsku formarnir eru frá eini tíð, tá føroyska úttalan var so. Aftur síggja vit, at -gv- innskotið ikki er so gamalt.
Tann ’embætis-danski’ formurin Thorsvig er eldri og meira upprunaligur enn tann føroyski Hósvík (samanber eisini Hósdag/Thorsdag). Tann danski formurin skrivar enntá Th-, sum er tað gamla thorn (Þ). Eitt ljóð, sum er dottið burtur í føroyskum, men varðveitt í íslendskum og eingilskum.

Gamalt gøtudanskt er fínt miðaldardanskt
Nú sigi eg, at tað danska í Føroyum hevur varðveitt ymsar gamlar føroyskar formar. Men somuleiðis meini eg, at tað vit kalla ’gøtudanskt’ í sínum upprunaliga grundformi er tað danska, sum bleiv tosað í 1500 talinum, tá lutherskir prestar fóru at lesa upp úr nýggju donsku bíbliuni og at prædika á donskum.
Einki at ivast í, at føroyingar skjótt lærdu hetta mál. Teir vóru ikki býttari tá, enn í dag. Tað var sum annað mál (ikki fremmanda mál), og tað bleiv brúkt uttan himpr í kirkju, í umsiting, í rættinum og sum vanligt skriftmál. Helst bleiv tað ikki troðkað inn, men sogið inn. Aftan á Reformatiónina bleiv hetta danska vanligt, og tað bleiv í hesum fjarskotna, lítla landi varðveitt, at kalla sum tað kom. Tað gamla, reina ’gøtudanska’ er eitt fínt varðveitt málsligt fornminni, sum ikki er at finna nakra aðrastaðni. Tað burdi verið friðað.