Samanlegging
Fyrsta samanleggingin í Suðuroynni gjørdist nú veruleiki. Eftir miseydnaðu royndina í 90?unum, hava VB og Sumba nú aftur gjørt av at kasta saman.
Fyri á leið einum mánaði síðani høvdu feløgini limafund, har nevndirnar fingu tilsøgn um at arbeiða víðari við ætlanunum, og mikukvøldið varð úrslitið av hesum arbeiði so lagt fyri eykaaðalfundir.
Og her var eingin ivi. Í Sumba atkvøddu 22 av 24 frammøttum limum fyri uppskotinum. Ein atkvøða var blonk og ein atkvøddi ímóti. Í Vági var meirilutin ikki heilt so greiður, men kortini var ikki stórvegis ivi. 25 atkvøddu fyri, 14 ímóti og tvær atkvøður vóru blankar. Sum skilst, so var huglagið til fundin í Vági tó sera postivt, og eisini tey, sum atkvøddu ímóti samanleggingini, søgdu seg vilja stuðla nýggja felagnum av fullum hjartað.
Uppleggið klárt í smálutum
Og gongst alt eftir ætlan, so verður talan eisini um spildurnýtt felag. Eitt felag, har allir aktivitetir hjá bæði Sumba og VB verða lagdir.
Nevndin í nýggja felagnum fer nú undir at fáa formligu viðurskiftini upp á pláss, og har eru so framvegis onkrir snøklar eftir at loysa. Eitt nú er ynski hjá bæði VB og Sumba, at liðini í nýggja felagnum hetta fyrsta árið framvegis koma at bera gomlu heitini, og at tey framvegis koma at spæla í gomlu búnunum. Hetta tí VB og Sumba fylla ávíkavist 100 og 65 ár í 2005. Eisini er gjørt av, at besta lið felagsins skal spæla í Vági, og at næst besta liðið skal spæla í Sumba.
Eftir hetta skulu øll lið felagsins tó eita Sumba/VB. Uppleggið, sum varð samtykt mikukvøldið, inni helt eisini eina avtalu um, at felagið um í mesta lagi fýra ár skal hava nýggjar búnar, sum greitt boða frá, at talan er um nýtt felag.
Í upplegginum skilst annars, at nevndirnar hava lagt eitt sera stórt arbeiði í at avtala allar smálutir, soleiðis at einki óneyðugt stríðsmál seinni skal taka seg upp. Eitt nú hvussu verður við ymsu tiltøkunum, sum feløgini frammanundan hava fyriskipað hvør sær. Herundir stevnur, lutaseðlasølur v.m.
Og kanska mest týðandi, so verður nýggja felagið eisini styrkt á leiðslusíðuni. Avrátt er nevnliga, at starvsfólk skal setast hálva tíð. Bæði fyri at fáa eina betri samskipan, men eisini fyri at liva upp til krøvini, sum UEFA nú setur. Hesi krøv vóru annars upprunaliga við til at skumpa undir samanleggingina av feløgunum.
Heilhjartað
Og sum skilst, so verður talan so heldur ikki um nakra hálvhjartaða roynd.
Ein av orsøkunum til, at samanleggingin ikki eydnaðist so væl fyri 10 árum síðani, var uttan iva, at feløgini tá gjørdu eina avtalu um eitt royndarár. Tað vil við øðrum orðum siga, at partarnir kanska ikki arbeiddu so hart fyri hesum, tí teir vistu, at tað uttan stórvegis hóvasták bar til at bakka aftur til gomlu støðuna.
Soleiðis verður í øllum førum ikki hesaferð. Ivaleyst eisini við nýliga slitinum av FS Vágar í huga, verða viðtøkurnar í nýggja suðuroyarfelagnum soleiðis háttaðar, at tað skal vera breið semja um slit, áðrenn eitt møguligt slit skal gerast veruleiki. Og um so er, at eitt slit einaferð kemur upp á tal, so er eisini longu nú avrátt, hvussu feløgini tá skulu býta liðini millum sín. Tá verður hetta gjørt á tann hátt, at VB fær besta mansliðið, Sumba tað næstbesta o.s.fr. Altso verður hetta gjørt út frá støðuni, sum hon sær út á fótbóltskortinum 2004.