Sambandsflokkurin farin av kósini

Tað sigur Bárður Nielsen eftir veljarakanningina, sum Ting.fo kunngjørdi í farnu viku.

Tað sigur Bárður Nielsen eftir veljarakanningina, sum Ting.fo kunngjørdi í farnu viku.

 

Bárður Nielsen, løgtingslimur fyri Sambandsflokkin, sigur í kjalarvørrinum av seinastu veljarakanningini, sum TING.FO kunngjørdi í farnu viku, at Sambandsflokkurin er farin av kósini.

 

Hann kallar veljarakanningina eina ómetaliga álvarsama ávaring frá veljaranum - men sjálvur gjørdist hann ikki kløkkur um lemjandi úrslitið hjá Sambandsflokkinum, sum gav flokkinum 15,7 prosent.

 

15,7 prosent, sum veljarakanningin gav Sambandsflokkinum, er langt undir ringasta úrslitið, sum Sambandsflokkurin hevur fingið á einum vali nakrantíð. Tað var í 1998, tá flokkurin fekk 18,1 prosent av atkvøðunum.

 

Hoyr samrøðuna við Bárð Nielsen við at trýsta á pílin undir myndini.