POLITIKKUR
Í hesum døgum kjakast sambandsfólk dúgliga um, hvussu stevnuskrá floksins skal tulkast.
Í grein 1 stevnuskrá floksins stendur m.a. at Sambandsflokkurin vil “á øllum økjum reka ein framtaksfúsan politikk á kristiligum mentanarstøði”.
Í hesum sambandi heitir Norðoya Sambandsfelag í skrivi á floksleiðsluna um at viðgera, hvussu grein 1 skal skiljast.
Eisini hevur skrivari Sambandsfloksins, Helgi Abrahamsen, í lesarabrævi gjørt vart við, at hann er sera vónbrotin av flokkinum. Hann skrivar m.a., at “einki er at ivast í, at nógvir veljarar kenna seg sviknar og venda flokkinum bakið”.
Helgi Abrahamsen sigur harafturat, at hann ætlar sær ikki at vera “atkvøðuneyt” hjá sambandspolitikarum, “sum á tingi atkvøða beint ímóti teirri lívsáskoðan, sum eg frá barnsbeini av havi bygt mítt lív á”.
Pláss fyri øllum
Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, var ein teirra, sum atkvøddi fyri broytingini í §266b. Hann undirstrikar, at Sambandsflokkurin framvegis ætlar sær at halda seg til grein 1 í stevnuskránni og heldur tað vera positivt, at orðaskiftið er um hetta málið, tí sum hann tekur til, so eru allir føroyingar vælkomnir í Sambandsflokkin.
- Sambandsflokkurin er ikki fyri tey útvaldu.
- Sambandsflokkurin ynskir ikki at gerast ein nýggjur Miðflokkur. Tað er pláss fyri øllum føroyingum í okkara flokki, sigur Kaj Leo Johannesen.
Í viðmerking til lesarabrævið hjá Helga Abrahamsen sigur formaðurin, at hetta málið ikki var eitt floksmál, tí greiðar avtalur vóru í tingbólkinum um at virða hvønn annan.
- Eg fari so ikki at gera hetta til eitt floksmál, sigur formaðurin, og sipar til, at málið um § 266b er flokkað sum eitt sokallað etiskt mál.
Liberalur flokkur<?xml:namespace prefix = o ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:office"" /><o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
- Tað mest týðandi í einum einum samfelag er tann fríi viljin. Vit hava fingið ein frælsan vilja frá Skaparans hond, sigur Kaj Leo Johannesen, sum ikki heldur at vit skulu døma hvønn annan, tí hetta skal verða gjørt tann eina dag, sum hann málber seg.<o:p></o:p>
Spurdur, um Sambandsflokkurin, sum m.a. er samstarvsflokkur hjá Vinstra í Danmark, kann metast sum ein liberalur flokkur, svarar Kaj Leo Johannesen játtandi.<o:p></o:p>
- Vit eru ein borgarligur og frælslyntur flokkur, sigur Kaj Leo Johannesen, og sigur, at hetta ikki bert er galdandi fyri vinnumál, men eisini, tá talan er um borgararættindi.<o:p></o:p>
- Næstrakærleiki og tolsemi eru týðandi tættir hjá okkum, sigur Kaj Leo Johannesen, ið metir tað vera positivt, um hetta verður viðgjørt á næsta landsfundi.<o:p></o:p>
- Tá eg tók við sum formaður, segði eg, at einki var tabu í flokkinum, og alt kundi viðgerast.<o:p></o:p>
- Eg havi eina ábyrgd sum floksformaður, tí tá onkur er keddur um okkurt í flokkinum, verði eg eisini keddur, sigur Kaj Leo Johannesen.<o:p></o:p>
Hann væntar tó ikki, at gongdin verður tann sama sum í Tjóðveldisflokkinum, har Karsten Hansen, ið atkvøddi ímóti broytingini í § 266b, hevur tikið seg úr Tjóðveldisflokkinum.<o:p></o:p>
- Karsten Hansen er ein skilamaður, ið eg havi arbeitt væl saman við í fíggjarnevndini, og sum eg virði høgt. Tí eri keddur um, at hann fer úr Tjóðveldisflokkinum, sigur formaður Sambandsflokkinum.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p> </o:p>
MYNDATEKSTUR<o:p></o:p>
- Vit hava fingið ein frælsan vilja frá Skaparans hond, sigur Kaj Leo Johannesen<o:p></o:p>