Felagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy, Samhald, setir nú fokus á sosiala profilin hjá Sambandsflokkinum.
– Fjølmiðlarnir leggja Sambandsflokkin undir ikki at hava givið teimum sosialu málunum somu rúmd, sum vanliga hevur eyðkent flokkin. Hetta skal hava verið tí, at flokkurin í samgongu við Fólkaflokkin hevur verið drigin ov nógv til høgru. Men er hetta nú rætt? spyr Samhald.
Á fundi mánakvøldið fer felagið at viðgera hendan spurningin, og fyri at seta fokus á hetta málið hevur flokkurin sent boð eftir Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi forkvinnu í flokkinum, sum er so atfinningarsom ímóti flokkinum, at hon hevur meldað seg úr flokkinum. Eisini verður Rósa Samuelsen við. Hon umsat almannamál í seinastu samgongu.