Samd nevnd tek­ur und­ir við at kvinn­ur eita kvinn­ur eis­ini í Løg­tingi­num

Grein 25 nevndin, sum hevur viðgjørt uppskotið um at broyta stýrisskipanarlógina soleiðis, at kvinnur kunnu nevnast kvinnur, tekur undir við uppskotinum

Málið snýr seg um at samtykkja sama uppskot, sum varð samtykt í Løgtinginum í 2023. Tí reglan er soleiðis, at fyri at gera broytingar í stýrisskipanarlógini, so skal eitt uppskot samtykkjast av tveimum Løgtingum, og tað seinna Løgtingið skal samtykkja málið í fyrstu tingsetu. Tí verða ongar broytingar gjørdar í uppskotinum, sum skal samtykkjast í sama líki.

 

Men tað var als ikki uttan svørðslag, at Løgtingið 17. mai í 2023 samtykti broytingarnar í stýrisskipanarlógini, sum ásetti, at kvinnur skulu kunna kallast kvinnur á løgtingsmáli. Fram til 2023 æt tað »løgtingsmaður« og »landsstýrismaður« – sjálvt um talan var um kvinnur.

 

Tá løgtingskvinnur løgdu fram uppskot ella settu fram fyrispurningar, so skuldu tær undirskriva seg »løgtingsmaður«, og landsstýriskvinnur skuldu undirskriva seg »landsstýrismaður«. 

 

Tí soleiðis var lógin. 

 

Onkur roynd er áður gjørd at broyta hetta, men varð feld.

 

Men tá formansskapurin í Løgtinginum legði málið fram í seinasta valskeiði, tá bragdaði, og uppskotið varð samtykt. Av tí at talan er um broyting í stýrisskipanarlógini, so skal málið samtykkjast av tveimum Løgtingum – og tað skal vera orðarætt sama uppskot.

 

Tí er uppskotið aftur til viðgerðar nú.

 

Uppskotið verður uttan iva samtykt, tí flestu fólk í Løgtinginum taka undir við tí. Men so var ikki 17. mai í 2023, tí tá atkvøddu allir løgtingsmenninir hjá Fólkaflokkinum ímóti. Teirra millum øll núverandi landsstýrismanningin hjá Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen, sum nú er løgmaður, Bárður á Lakjuni, sum nú er landsstýrismaðurin í mentamálum og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum.

 

Umframt núverandi landsstýrismenninar atkvøddi eisini Árni Skaale ímóti uppskotinum.

 

Einasta tingfólk úr Fólkaflokkinum, sum atkvøddi fyri, var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum var partur av formansskapinum og sum tí var millum uppskotssetararnar.

 

So er spurningurin, um nakað er broytt hesi trý árini í tingmanning Fólkafloksins. Tey eru nú 9, og av teimum, sum atkvøddu ímóti málinum í 2023, er bara Árni Skaale í tingbólkinum í dag.

 

Miðflokkurin, sum ímóti uppskotinum í 2023 tekur nú undir við uppskotinum. Tí formaður floksins, Steffan Klein Poulsen er í grein 25 nevndini, sum er samd og tekur undir við uppskotinum.

 

Uppskotið verður í øllum førum samtykt, tí tað fær uttan iva fulla undirtøkur frá Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum, Sjálvstýri, Tjóðveldi, Framsókn og frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum hava tilsamans 23 atkvøður í Løgtinginum.

 

Og sambært áltinum hjá Grein 25 nevndini, so tekur ein samd nevnd undir við tí, og nevndin hevur umboð úr øllum flokkum.

 

Grein 25 nevndin skrivar soleiðis í álitinum:

 

Álit í løgtingsmáli nr. 87/2025: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya (Løgtings- og landsstýrismenn v.m., broytt starvsheiti)

 

Johan Dahl, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Hervør Pálsdóttir og Jóhannis Joensen hava vegna Formansskapin í Løgtinginum lagt málið fram tann 24. apríl 2026, og eftir 1. viðgerð tann 28. apríl 2025 er tað beint § 25-nevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 6. mai 2026.

 

Ein samd nevnd heldur eins og undanfarna § 25-nevndin, sum viðgjørdi løgtingsmál 69/2022, at tað er rætt at dagføra heitini hjá løgtings- og landsstýrisfólkum og øðrum politiskum embætum soleiðis, at hesi í størri mun avspegla dagsins talumál, har heiti, knýtt at kynunum báðum og felagsheiti verða javnsett.

 

Fyri Løgtingið hevur broytingin við sær, at heitini løgtingsfólk og tingfólk verða sett inn í Stýrisskipanarlógina sum felagsheiti fyri kvinnur og menn, ið sita á Løgtingi. Frameftir fara kvinnur á tingi eins og í dag formliga at kunna kalla seg løgtingskvinnur. Snýr tað seg um ein mann, verður heitið løgtingsmaður.

 

Nevndin tekur undir við uppskotinum, sum tað er lagt fram, og vísir annars til viðmerkingarnar í uppskotinum og álitið í løgtingsmáli 67/2022. Tað er umráðandi at leggja aftrat, at fyri at kunna broyta starvsheitini, má Løgtingið samtykkja hetta uppskotið óbroytt, fyri at áður samtykta uppskotið um tað sama saman við hesum uppskotinum kann verða sent løgmanni at staðfesta og kunngera.

 

Við hesum viðmerkingum tekur nevndin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

 

 

§ 25 -nevndin, . mai 2026

 

Johan Dahl

 

Hervør Pálsdóttir

 

Jóhannis Joensen

 

Sunnvá Dahl Høgfeldt

 

Bjarni Kárason Petersen

 

Sámal Petur í Grund

 

Steffan Klein Poulsen

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur