Samdrigið og regn men seinni klárnar

Forsøgn hjá Veðurstovuni galdandi til á middegi fríggjadagin, skrivað kl 05:35 UTC

 

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum spakuliga minkar niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s.

 

Fyrst samdrigið og regn, í støðum eisini mjørki, men sum frá líður klárar upp til eitt skiftandi skýloft og ælaveður.

 

Fyrrapartin í morgin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin millum 9 og 14 stig.