Óveðrið í morgun tarnar samferðsluni rættiliga illa. Strandferðslan hevur avlýst tað mesta av koyringini hjá Bygdaleiðum og siglingini hjá Strandferðsluni í morgun. Bæði Smyril, Sam og Ritan liggja, og øll koyring við Bygdaleiðum, er avlýst.
Bussleiðin í Havn er eisini skerd, tí bussarnir sum koyra til bygdirnar, til Kollafjarðar, Kirkjubøar og Velbastaðar, koyra ikki.
Somuleiðis er ólag á flúgvingini og samstundis eru fleiri skúlar og barnagarðar kring landið, stongdir í morgun.