Samgongan 41 atkvøður meiri enn andstøðan

83,5 prosent av íslendsku veljarunum vóru í gjár á valinum, ið var so tætt og spennandi, sum tað sjáldan kemur fyri Íslendska samgongustjórnin millum Sjálvstaðisflokkin og Framsóknarflokkin varðveitti meirilutan á valinum í gjár.

Tá ið 99,4 % vóru tald klokkan 7.12 í morgun, høvdu stjórnarflokkarnir fingið 32 tingmenn og andstøðuflokkarnir 31 tingmenn. Talan var um ógvuliga tætt val. Samlaða atkvøðutalið hjá stjórnarflokkunum var 41 fleiri, enn tað var hjá andstøðuflokkunum!

Tilsamans fingu stjórnarflokkarnir 48,4 % av atkvøðunum og andstøðuflokkarnir 48,3 %. Valluttøkan var 83,5 %, og samlaða atkvøðutalið var 184.893.

Av teimum atkvøddu 87.529 fyri samgonguflokkunum og 87.488 fyri andstøðuflokkunum, sum rukku upp um tinggáttina, ið er 5 %.

Undir uppteljingini var støðan eina løtu tann, at stjórnarflokkarnir høvdu meiriluta í tinginum samstundis sum andstøðan hevði meiriluta millum veljararnar.

Úrslitið

Framsóknarfl. 11,7%(-6,0) 8 tingmenn (-4)

Sjálvstaðisfl.36,7%(+3,0) 24 tingmenn (+2)

Frælslyntu 7,2%(-0,2) 4 tingmenn (0)

Samfylkingin 26,8%(-4,2) 18 tingmenn (-2)

Vinstru-grønu 14,3%(+5,5) 9 tingmenn (+4).

Enn er ikki greitt, um samgongan fer at halda fram, ella um Framsóknarflokkurin fer úr stjórnini. Formaður floksins, Jón Sigurðsson, ídnaðarmálaráðharri, varð ikki afturvaldur.