Eirikur Lindenskov
Stóri vinnarin á fólkatingsvalinum var Sambandsflokkurin, sum hevði eina framgongd upp á 7,3 prosent – og stóri taparin var Tjóðveldisflokkurin, sum hevði eina afturgongd upp á seks prosent. Tað merkir, at styrkislutfallið millum Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin er økt við 13,3 trimum prosentum.
Javnaðarflokkurin hevði eina lítla framgongd upp á 0,6 prosent. Men tað var nóg mikið at leggja bæði Fólkaflokkin og Tjóðveldi afturum – tí meðan Tjóðveldi gekk so nógv aftur, so gekk Fólkaflokkurin 1,5 prosent aftur. Á valinum seinast var bara 0,1 prosent á muni millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin.
Fyri Javnaðarflokkin er talan um eitt sera gott úrslit, um tað verður sæð í mun til løku veljarakanningarnar, sum flokkurin hevur havt seinastu árini.
Valið hjá Tjóðveldisflokkinum líkist mest eini katastrofu. Flokkurin – og ikki minst floksformaðurin Høgni Hoydal – er valdur frá. Forkláringin er ikki so einføld, sum Sjúrður Skaale, men hon stingur djypri. Hetta er fyrstu ferð, at Tjóðveldi undir leiðslu av Høgna Hoydal tapir eitt val – sum flokkurin eisini tapti so dyggiliga hesaferð.
Hóast Tjóðveldi í tølum hevði nógv størstu afturgongdina, so hevði Sjálvstýrisflokkurin eitt sera ringt val. Flokkurin hevur verið merktur av innanhýsis stríðið, sum nógv ljós hevur verið varpað á í fjølmiðlunum. Eisini hevur formaðurin havt fleiri óhepnar útsagnir, sum uttan iva hava stygt veljarar. Av stóru afturgongdini eigur formaðurin sjálvur bróðurpartin. Hann fekk einans 69 atkvøður – aftan fyri bæði Rúnu Sivertsen, sum fekk 90 atkvøður og Kristionnu Winther Poulsen, sum stillaði upp fyri fyrstu ferð – og fekk 128 atkvøður. Afturgongdin hjá Kára á Rógvi var heilar 360 atkvøður.
Hjá Fólkaflokkinum hevur verið stórur spenningur um, hvør fór at draga longsta stráið innanfloks. Fór Jørgen Niclasen at megna at koma í front og sementera støðu sína sum formaður fasta, ella fór hann at missa takið til Anniku Olsen ella Jacob Vestergaard. Persónliga úrslitið hjá Jørgen Niclasen var í so máta ein katastrofa. Hann fekk einans 343 atkvøður á einum fjórða plássi í flokkinum, meðan Annika Olsen fær nær um trífalt so nógvar atkvøður, 1.193. Jacob Vestergaard fekk nærmast tvífalt so nógvar atkvøður sum formaðurin, 753, meðan Jákup Mikkelsen í Klaksvík fekk 411, eisini fleiri enn formaðurin.
Hetta boðar uttan iva frá, at Annika Olsen ger álvara av at bjóða formanninum av á landsfundinum í oktober. Fær Annika Olsen formanssessin, so er mangt sum bendir á, at hon kann vinna Fólkaflokkin uppaftur. Tí sæð í mun til veljarakanningarnar, so var valið ikki so galið kortini.
Hjá teimum smáu flokkunum er fólkatingsvalið altíð ein avbjóðing, tí flokkarnir av nátúrligum orsøkum missa atkvøður í mun til løgtingsval, tí summi fólk tíma rætt og slætt ikki at velja ein flokk, um atkvøðan fer til spillis – soleiðis at skilja, tí flokkarnir ongan møguleika hava at vinna sær sæti á fólkatingi.
Men afturgongdin hjá Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkinum er kortini so eyðsýnt, at tað er meira enn hetta, sum er forkláringin. Hinvegin hevði Poul Michelsen á uttanflokkalistanum – sum kortini varð koyrdur fram sum Framsókn, eitt sera gott val. Úrslitið hjá honum er so mikið gott, at flokkurin hevði fingið umboð valt á ting.
Havandi í huga, at talan er um fólkatingsval, og at Poul Michelsen var einsamallur á listanum, so kann væl hugsast, at Framsókn megnar at vinna tveimum fólkum sæti á tingi til komandi løgtingsval.
Fólkatingsvalið vísir tó, at samgonguflokkarnir – vit kunnu kalla teir »samríkisflokkarnir« – styrkja støðu sína við 7,3 prosentum, meðan, meðan gamla fullveldissamgongan missir 11,3 prosent.