Teir tríggir samgonguflokkarnir - Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin - missa tilsamans níggju prosentstig av síni undirtøku, sammett við løgtingsvalið seinast. Sambært veljarakanningini fáa flokkarnir tilsamans 15 tinglimir. Tað eru tríggir færri enn ídag.
Størstðu afturgongdina hevur Fólkaflokkurin, sum missir 5,4 prosentstig og tveir tingsessir í mun til løgtingsvalið seinast. Á valinum 29. oktober í 2011 fekk Fólkaflokkurin 22,5 prosent og átta tingsessir. Sambært kanningini hesaferð fær flokkurin 17,2 prosent og seks tingsessir.
Næststørstu afturgongdina hevur Sambandsflokkurin. Hann fær sambært kanningini hesaferð 22,1 prosent, sum er 2,6 prosentstig minni enn á valinum. Sambandsflokkurin missir ein tingsess – og fær sjey.
Javnaðarflokkurin fær sambært kanningini hesaferð 3,9 prosentstig framgongd. Tað gevur flokkinum ein tingsess afturat.
Á valinum fekk flokkurin 17,8 prosent. Í nýggju veljarakanningini fær Javnaðarflokkuirn 21,7 prosent.
Um tað er tunnilseffektin hjá Kára P. Højgaard, sum hevur havt sína ávirkan, kunnu vit bara gita um. Men Sjálvstýrisflokkurin kann fyri fyrstu ferð síðani valið notera sær eina framgongd. Flokkurin gongur fram 0,3 prosentstig í mun til valið. Sambært kanningini hesaferð fær Sjálvstýrisflokkurin 4,5 prosent og ein tingsess.
Tjóðveldi ger størsta hálið í hesari kanningini. Flokkurin gongu fram 5,3 prosent. Á valinum seinast misti flokkurin tveir tingsessir og fekk 18,3 prosent.
Úrslitið í hesi kanningini er tað besta, flokkurin hevur fingið síðani valið. Flokkurin fær 23,6 prosent, og tað ger Tjóðveldi til størsta flokk í Føroyum við átta tingsessum.
Miðflokkurin tódnar eitt sindur í hesi kanningini. Hann fær 5,3 prosent, sum er eitt prosentstig minni enn á valinum. Men flokkurin varðveitir sambært kanningini báðar tingsessirnar.
Framsókn varðveitir eisini sínar tveir tingsessir, hóast Janus Rein er farin úr flokkinum fyri einum ári síðani. Framsókn fær 5,7 prosent av atkvøðunum í nýggju Gallup-kanningini.
Les eisini:
Kaj Leo: Positivt yvirraskaður
Jørgen: Ein løtumynd av tunnilsøði
Poul væntaði at detta niður ímillum
Høgni: Fólk viðurkenna tað vit gera
Jenis: Løgmaður hevur ikki verið nóg vakin