Nú skal Kringvarpið einskiljast Tað er samgongan samd um, skrivar Sosialurin, sum kemur í sølubúðirnar nú seinnapartin.
Á landsstýrisfundi síðsta mánadag varð semja um, at Bjørn Kalsø skal kanna, hvørjir møguleikar eru at einskilja upp til 50 prosent av virkseminum hjá Kringvarpinum.
Men Sosialurin skrivar, at hesi 50 prosentini eru at meta sum ein byrjan.
Serliga Miðflokkurin hevur talað heitt og leingi fyri at einskilja og nú hevur samgongan samtykt at seta hol á tað.
Gunvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi og limur í mentanarnevndini hjá løgtinginum, var ikki sørt ørkymlað, tá Sosialurin bað hana um viðmerking, men hon heldur, at hetta ljóðar heilt forkastiligt – Eg blívi bangin, at alt sum eitur public service verður hótt av hasum, sigur hon.
Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum heldur, at yvirlivir Kringvarpið hesa samgonguna, er tað eitt undur.
Hóast hon er ovfarin, undrar tað ikki hana, at eitt slíkt uppskot kemur frá landsstýrinum.
- Hendan samgongan hevur sjoflað fólkaræðið til, staðfestir hon.
Og til ber at lesa nógv meiri um hetta í Sosialinum, sum er at fáa til keyps nú seinnapartin.
|