??Tí teir hava brúkt C og kanska einamest Jóannes sum "praktisk gris" í fremjingunum av niðurskurunum innan almanna-, heilsu- og skúlaverkið, sum annars - saman við verju av arbeiðara- og fiskimannarættindum og korum - upprunaliga vóru hornastreinar og skjaldramerki floksins undir yvirskriftini: frælsi, javnaður og brøðralag. Arvasilvurið, verður nú bert tikið fram og pussað, til framvísingar upp til val, men síðani eftir valið verður tað væl pakkað inn og læst niður aftur í somu skuffu, sum tað varð tikið upp úr.??Í staðin fyri at fyrigykla fólki, at hann er ein forðing fyri høgrapolitikkinum, sum hann als ikki er, heldur tað mótsatta, so áttu hann og C sjálvandi í verki at stríðst fyri einari fremjing av grundhugsjónarmálum floksins.??Men forðingina - saman við AB - ber til at loysa, um vilji er til tess. Møguleikin hevur verið har, og møguleikin er har. Tað krevst bara vilji og politisk støðufesti til tess, og so tað - ið kanska er tað ringasta at klára - at seta floksins áhugamál fram um egin áhugamál. Og floksins áhugamál kunnu til eina og hvørja tíð røkjast væl betur saman við DEH enn við AB. Tí í hesum trimum flokkunum er nógv størri samanfall millum tað, ið javnaðarflokkurin eigur at standa fyri og vil fremja, og tað, hesir tríggir eisini vilja fremja.??Tí bert við at fremja progressivar hugsjónir í verki, forðar tú teimum reaktionæru.