Samhaldsfesti og javnrættindi - eisini innan ítrótt og mentan

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi
....
Tað er at gleðast um, at borg­arstjórin og forkvinnan í mentanarnevndini hjá Tórs­havnar býráði á 75 ára føðingardegnum hjá Havnar Svimjifelag hava kunngjørt, at býráðið fer undir at út­byggja Svimjihøllina í Gunda­dali við einum 50 m hyli, og at hann enntá verður liðugur um 2 ár. Tí hetta er ikki beinleiðis tað, sum annars hevur ligið fremst í raðfesting teirra, nú býráðið hevur sitið og lagt fíggjarætlanina og íløguætlanina næstu árini.
Omanfyrinevndu um­boð hava í fyriliggjandi fíggjar­ætlan raðfest nýggjan fót­bólts­vøll í Hoyvík fram­um svimjihylin, hóast ítróttar­greinin fótbóltur hevur fing­ið 10 tals milliónir játt­að­ar serliga í samband við Tórs­vøll, men eisini til fótbólts­vøllin á Argjum o.a. At fara undir enn ein nýggjan fót­bóltsvøll, meðan aðrar ítróttar­greinar bløða, er ikki rætt. Hesa skeiklan havi eg fleiri ferðir víst á, og so seint sum á síðsta býráðsfundi, tann 31. oktober 2013, bað eg um at fáa hesa viðmerking í gerðabókina: “MKF mælir til, at á íløguætlanini fyri 2014, §5 mentan og frítíð, verða 6 mió. til fótbóltsvøll í Hoy­vík, fluttar til Svimji­høll­ina í Gundadali og til Býarbókasavnið, hetta grund­­að á, at ítróttar­grein­­in fótbóltur, har­und­ir Tórs­vøllur, longu verða játtaðar 10-tals milli­ónir. Sam­halds­festi og javnrætt­indi eiga at verða innan ítróttar- og mentanarøki”. Hesa við­merk­ing í gerðabókina varð mær noktað av sjálvum borg­arstjóranum.
Í býráðnum er semja um nógvar stórar verkætlanir. Fleiri av hesum ætlanum eru komnar langt í fyrireiking, og aðrar eru longu í gongd. Eitt nú Musikkskúlin, brúgvin um Sandá, golfvøllurin, dag­stovnurin í Kollafirði, nýggj­ur skúli, hondbóltshøll, gera Hoyvíkshøllina lidna, mið­býarætlanin, eins og hildið verður áfram við spilli­vatnsætlanini til at gera áir og vágir reinar, ger av fleiri súkklubreytum/gøtum, at endurbøta varðagøturnar í kommununi, spælipláss til børn, frílendir v.m.
Við boðunum frá borg­ar­stjóranum á 75 ára føð­ingardegnum hjá svimji­fe­lagnum er tað tí mín vón, at ein umraðfesting á ítróttar­økinum er í umbúna, soleiðis at Svimjihøllin í Gundadali verður raðfest heilt framm­ar­laga. Hetta frøist eg sanni­liga um, og livst so spyrst. Hjartaliga til lukku á 75 ára føðingardegnum Havnar Svimjifelag, og vón mín er, at føðingardagsgávan ikki eru tóm orð, men sannur veru­leiki.