Samkyndur prestur fær fólk at melda seg úr og í fólkakirkjuna

Tað sigur Jógvan Fríðriksson, sum hevur sett ein samkyndan prest við Hoyvíkar kirkju

 

Tann 9. juli var Ólavur Eysturdal innsettur sum prestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi, sum hevur kirkjurnar í Hoyvík og Kaldbak undir sær. Ólavur Eysturdal skal røkja prestagerningin frá 1. august til 1. oktober, meða Theodor Olsen, prestur, er í lestrarfarloyvi.

Tað "serliga" við Ólavi Eysturdal í mun til aðrar prestar er, at hann er samkyndur.

Frihedsbrevet.fo hevur tosað við Jógvan Fríðriksson hetta, tí tað eru summir prestar, sum ikki halda, at t.d., samkynd skulu hava somu rættindi sum onnur.

Men biskupur er púra greiður

– Eg havi sjálvur sett hann, sigur Jógvan Fríðriksson við Frihedsbrevet og heldur fram.

– Fólkakirkjan er ein partur av samfelagnum. Vit hava §266b, vit hava ein samfelagsligan veruleika, og kirkjan noyðist at finna sítt fótafesti í 2023. Ella er einasta alternativið at lata hurðarnar aftur og draga gardinurnar fyri, sigur Jógvan Fríðriksson. 

Og hann staðfestir yvir fyri Frihedsbrevet.fo, at hesin sami presturin fær bæði fólk at melda seg inn í fólkakirkjuna og onnur at melda seg út.

– Eg spyrji meg sjálvan, hvør er ikki verdugur at prædika? Hvønn vilja vit ikki hava við til himmals? Er tað eg, sum skal avgera tað?, spyr bispur og vísir á, at hann fegnast um, at tíðin er farin, tá ið samkynd máttu flyta í onnur lond fyri at fáa eitt nøktandi lív.

 

##med2##

– Fyri 15–20 árum síðani hildu vit kanska, at hetta vóru nakrir serlingar, sum gingu runt á havnargøtum og ikki passaðu inn nakrastaðni. Men tey eru púra vanlig fólk. Heilt vanligir, habilir borgarar, sigur Jógvan Fríðriksson við Frihedsbrevet.

Í samrøðuni við Frihedsbrevet.fo vísir biskupur eisini á, at tað eru etisku málini, sum fylla mest í arbeiðinum hjá krikjligu leiðsluni.

– Prestarnir mugu læra, at tá tú verður kallaður til sóknarprest í einum ávísum øki, so ert tú bara myndugleiki í tí økinum. Tú ert kongur í tínum ríki, men fert tú út um ríkið, so ert tú ein vanligur borgari. Og blandar tú teg uttan fyri títt kongaríki, ja, so brennur undir tær. Reint fyrisitingarliga brennur undir tær, sigur biskupur við Frihedsbrevet.fo. 

Hann sigur víðari, at hann ikki hevur havt summarfrí í ár. Orsøkin er, at biskupur ella dómpróstur altíð eru til taks, so at eingin borgari í landinum skal uppliva, at ein tænasta, tey ynskja, ikki verður gjøgnumførd, tí prestur noktar.

Spurdur um nær slíkt hendir, svarar hann soleiðis:

– Tað er serliga, tá ið umræður giftu. Altso at uppaftur gifta skyld fólk, greiðir Jógvan Fríðriksson frá. 

Og tað er eitt av mongu etisku aspektunum. Prestar hava ymsar meiningar um, hvørt tað er rætt at lata fráskyld gifta seg aftur. Teir hava eisini ymsar meiningar um samkynd, um at føra sammóður í kirkjubókina, um abort. Og um hvørt tað er rætt, at kvinnuligir prestar skulu sleppa at prædika.

 

##med3##

– Persónliga havi eg altíð havt ta fatan, at um tú trýrt upp á ein 100 prosent frelsara, so er tað løgið at siga, at hann ikki kann frelsa henni ella honum, sum t.d. verður skyldur og giftur aftur. Er tað so ein 99 prosent fullkomin frelsari, síðani hann ikki kann frelsa í tí støðuni, spyr biskupur m.a. í poddvarpi hjá Frihedsbrevet.