Í Noreg varð eitt bjargingarátak sett í verk í nátt, tá tað vísti seg, at trý útlendsk ferðafólk í einum báti ikki komu afturíaftur.
Tað var í nátt, at løgreglan boðaði frá einum bjargingarátaki út fyri Smøla í Nordmøre, har leitað varð eftir einum báti við trimum fólkum umborð.
- Stutt eftir, at leitingin varð sett í verk, vórðu trý fólk funnin sjólátin, og øll vóru útlendskir ríkisborgarar.
Vakthavandi bjargingarleiðarin í økinum, Steinar Vatne, sigur við tíðindastovuna NTB, at boð vóru um ein bát við trimum fólkum, sum ikki var komin aftur til avtalaða tíð.
- Vit hava fingið fatur í knattastøðum og eru farin í holt við leiting á vestursíðuni av Smøla, segði vaktleiðarin við NTB.
Í nátt klokkan 01.30, lokala tíð, var bjargingarátakið liðugt.
- Øll trý eru funnin og eru tikin upp í tyrlu. Øll eru deyð, segði átaksleiðarin, Andreas Bull, klokkan 07, lokala tíð, í morgun.
Ein bjargingartyrla, bjargingarbátur, bjargingartænastan umframt sjálvboðin luttóku í átakinum.
- Í løtuni er ógreitt, hvat hendi teimum trimum, og vit arbeiða í løtuni við at kunna tey avvarðandi, sigur norska løgreglan í morgun.
Norskir miðlar skriva, at tey trý fólkini vóru í einum frítíðarbáti, tá vanlukkan hendi.











