Samráðið av ongum

Ósemjan um habilitetin í kanningarnevndini er rættiliga hert í Danmark í seinastuni.

Fríggjadgain kl. 10 skuldi fólkatingslimir fara í samráð við Poul Nyrup Rasmussen, men tey, sum settu spurningarnir til forsætismálaráðharran, tóku teir aftur. Grundgevingin var, at svarið til spurningarnir vóru fingnir í frágreiðingin frá Frank Jensen og kanningarnevndini.

Nú er gjørt av, at nýtt samráð verður - hesaferð skal Frank Jensen, løgmálaráðharri svara.

Tað upplýsti Poul Jensen, skrivari í polit.sku og búskaparligu nevndini, á middegi fríggjadagin. Hann kann ikki siga, hvør hevur tikið spurningarnir aftur.

Nú verður roynt at finna ein nýggjan dag til samráðið við Frank Jensen, og væntandi verður tað um 14 dagar.

Tað var Bjørn Westh, sum var løgmálaráðharri, tá kanningarnevndin varð sett í síni tíð. Av tí at donsku ráðharrarnir eisini hava ábyrgd fyri tí,s um undanfarnu ráðharrar hava gjørt, fellur tað í lutin hjá Frank Jensen at svara spuningunum um bankakanningina.