Samráðingar um bankamálið skal avgreiðast fyri seg

­ Tað er av stórum týdningi at vit fáa eina hóming av hvar vit standa í bankamálinum mótvegis stjórini. Tí er best at fara undir hesar samráðingar fyri seg, heldur talsmaðurin í tingbólkinum fyri bankamáliðDagny Joensenl

Tað hevur verið ført fram, at Den Danske Bank vil ikki leingja fyrningarfreistina enn einaferð. Grundgevingin sigst vera, at ongar broytingar eru í málinum, síðani freistin varð útsett seinast.

Bjørn á Heygum, talsmaður, sigur, at Landsstýrið hevur biðið forsætisráðharran um samráðingar skjótast gjørligt. Nú verður bíðað eftir svari frá Nyrup Rasmussen.

Byrja við bankamálinum

Uppskotið hjá tingbólkinum er at fara undir samráðingar um bankamálið fyri seg. Síðani kunnu samráðingarnar um uttanlandsskuldina bíða til eftir valið.

­ Málið er drigið nóg nógv út, og støðan bara versnar fyri hvønn dag, sum gongur. Tí er best at fara undir samráðingar um bankamálið sum skjótast, sigur Bjørn á Heygum.

Mugu vita

hvat vit standa

­ Nyrup segði við Sosialin í farnu viku, at avgerðir í bankamálinum ikki skuldu takast undir trýsti. Er tað ráðiligt at fara undir samráðingarnar meðan valstríðið er?

­ Vit hava brúk fyri at fáa eina hóming av, hvar vit standa móvegis donsku stjórnini í hesum máli, men eingin sigur, at málið skal verða liðugt viðgjørt áðrenn valið, sigur Bjørn á Heygum.

Avgerðir og undirtøku

Spurdur,um tað ikki var óheppið at lata Landsstýrið fara niður at samráðast júst nú, tá semja ikki er um løgmaður skal vera samráðingarleiðari, sigur Bjørn á Heygum, at eingin vandi er fyri at nakar politikari fer at taka avgerð, sum stríður ímóti føroyskum áhugamálum. Tað er politiskt sjálvmorð at gera tað, sigur Bjørn á Heygum.

Í hesum, heldur tingmaðurin, er innbygt ein trygd, at samráðingarnevndin fer ikki at tora at taka avgerðir, sum ikki er undirtøka fyri í Føroyum.

Politisku flokkarnir eru samdir um uppleggið til samráðingar við donskuu stjórnina, og hon er sum øll vita, at føroyingar krevja 1,5 mia. krónur í endurgjaldi fyri partabrævaumbýtið.