- Vit mugu fáa oynna undir eina kommunu, har opinleiki stendur ovast á dagsskránni, so vit kunnu fáa best skikkaðu persónarnar her suðuri upp í leikin. Harnæst má landið taka støðu, hvat vilja vit við Suðuroynni, skal hon gerast eitt eldrasambýli burturav og kanska eisini summarhúsøki nakrir mánaðir um árið? Súnhild Holm úr Hvalba heldur, at skulu vit broyta viðurskiftini her suðuri er samstarv/samanleggin neyðug, og hon fílist á væntandi fyrireikingararbeiði og upplýsing í hesum sambandi. Hon er sera virkin, eitt nú innan ítrótt, og tað hevur stóran týdning fyri hana, at lokalsamfelagið hevur okkurt at bjóða okkum øllum, og at tað, sum onnur hava bygt upp, ikki bara sleppur at fella niðurfyri.
Við fúkandi ferð fara broytingar fram. Í hinum endanum av landinum leggja feløg og stovnar saman, fyri at fáa sterkari og beturvirkandi eindir. Samstarv er lyklaorðið. Og sum ein hvirluvindur er brádliga alt landið fokið saman í eitt valdømi, meðan man í TB-húsinum, eitt oktoberkvøld, takkar nei til samstarv við hini feløgini í oynni, um at gera eitt suðuroyarlið í fótbólti. Er tað tekin um, at gamalt agg, øvund og stoltleiki heldur bygdunum frá at samstarva?
Súnhild Holm heldur ikki avgerðina við suðuroyarliðnum, geva røttu myndina av støðuni. – Eg veit, at flestu fólk ynskja eitt samstarv, á ein ella annan hátt, millum feløgini, men avgerðin er heldur ein ábending um, hvussu tingini ofta fara fram her suðuri. Tá støða skal takast til eitt so stórt mál, er umráðandi, at eitt gott fyrireikingararbeiði verður gjørt, so fólk vita, akkurát, hvat tey taka støðu til. Í hesum føri, við suðuroyarliðnum, var bara ein upplýsandi fundur, og fleiri við mær eru kanska ikki sloppin á tann fundin. Eg hugsi, at gott hevði verið, eisini at skilt eitt nei, farið onkunstaðni og leitað sær betur innlit, tí einastu grundgevingarnar fyri einum nei eru “kenslurnar”. Jú, sjálvandi eru kenslur uppií, tað vil tað altíð vera, men fyrireikingararbeiðið og upplýsingin skuldi verið betri. Kanska best hevði verið at fingið fólk uttanífrá, neutralir persónar, at greitt nágreiniliga frá ætlaðu konstruktiónini, so ongin var í iva um, hvussu samanleggingin kom at virka. Sum eg skilji tað, var ætlanin ongantíð at strika TB, sum fleiri halda, men heldur at gera eina felags nevnd við einum fíggjarstjóra. Hetta skuldi vera eitt gevandi samstarv, har øll fingu okkurt burturúr, sjálvsagt! Og endamálið er sjálvandi at fáa eitt sterkt suðuroyarlið í Formuladeildina. Tað sigur Súnhild Holm, sum harmast um, at eitt signal sum hetta, ikki bara avmarkar seg til fótbóltin.
- Somuleiðis er við tosinum um kommunusamanlegging. Tú kanst ikki finna upplýsingar um, hvussu ein møguligur leistur hevði sæð út. Ynskiligt var, at t.d. ein felags heimasíða var fyri kommunurnar í oynni, har fólk við innliti í tey ymisku málini, komu við sínum hugsanum, so borgarin kundi komið við spurningum. Eitt kjakforum, sum ikki nýtist at avmarka seg til eina heimasíðu, kundi eins væl verið fundir o.a. Tað sæst tíðuliga, at tað gongur seinni her suðuri enn aðrastaðni í landinum. Ein trupulleiki er kanska, at vit mangla væl útbúgvi fólk, men vit kunnu ikki bara siga, at soleiðis er støðan, onki gera og bara bíða.
Súnhild er hvalbingur. Hon og maðurin Niels hava verið í Danmark í útbúgvingarørindum frá ´92-2000. Heimaftur komin búsettust tey á Tvøroyri, saman við synunum Martin og Bjarna, sum eru 12 og 9 ára gamlir. Súnhild opnaði modernaðan handil mitt í býnum, inspireraður av Bahne, har hon hevur fingið sær handilsútbúgving, og arbeitt sum leiðari, seinasta árið, áðrenn tey fluttu til Føroya. Búðin, sum handilin nevndist, er passé, og í dag arbeiðir hon við bókhaldi og sølu hjá Alval. Súnhild hevur altíð verið áhuga í tí, ið rør seg í samfelagnum, serstakliga í lokalsamfelagnum, og hjá henni er ikki so langt frá orði til handling. Hon var júst heimkomin úr Danmark, tá lýst varð í útvarpinum um fund í kappróðrarneystinum, har avtøka av Froðbiar Sóknar Róðrarfelag var á skránni. Hetta ljóðaði ikki gott, so hon fór á fund og fekk sum forkvinna í felagnum lív í aftur.
- Men tað hevur verið sera tungt. Tað krevur nógva orku, at fáa eina vælvirkandi nevnd upp á beinini, og hevur tú ikki stuðul í fólki, er tað nærum ógjørligt. Stóra róðrar- og mentunarstevnan í 2002 var fyrsta stóra tiltakið hjá okkum, og róðrarfelagið átti sera stóran part av arbeiðinum aftanfyri, sum kanska varð tikið sum ein sjálvfylgja. Og júst “sjálvfylgjan”, tankin, at hatta megna tey, okkum nýtist ikki at gera nakað, er skaðiligur. Vit noyðast øll at leggja orku í at fáa tingini at virka, bæði á ein og annan hátt, sigur hon.
- Um vit t.d taka Jóansøkuna, sum er tað størsta afturvendandi tiltakið á Tvøroyri, er kappróðurin sjálvandi grundarlagið, tí hóast bæði stevnur og kappróður er í støðugari broyting, er kappróðurin og føroyski báturin framvegis tað sum eyðkennir føroysku stevnuna, sum vit kenna hana. Men róðursmentanin er nógv broytt. Í dag ræður um at koma so skjótt heimaftur sum til ber, meðan róðrarfólkið áður var ein partur av stevnudáminum, fólk gingu og prátaði millum bátarnar, og hugnaði sær. Í so máta, hava stevnurnar ein trupulleika í dag, við at róðrarfólk, og ítróttarfólk sum heild, rýma heim aftur, og ikki eru ein partur av veitsludáminum. Hetta fær so onnur mentunarlig tiltøk at spretta, eitt nú ein festival. Og nýhugsan má til. Neyðugt er, hjá verandi feløgum, stundum at slúka nakrir kamelar, tí fordómarnir eru á lofti beinanvegin, um okkurt nýtt er í umbúnað:”tað nýggja kemur bara fyri at skúgva tað verandi til viks”. Her, sum á øllum øðrum økjum, hevði alt eydnast betri við samstarvi – eini felags nevnd, ið rúmaði ítróttarfeløgunum, róðrarfelagnum, festivalinum v.m, soleiðis at øll fáa okkurt burturúr, og ikki minst, at gestirnir fáa eina góða og fjølbroytta uppliving á jóansøku, tað má vera tað, sum er endamálið!
Kommunalpolitikarir stóra ábyrgd
Tað hevur stóran týdning fyri Súnhild, at lokalsamfelagið hevur okkurt at bjóða okkum øllum, og at tað, sum onnur hava bygt upp, ikki bara sleppur at fella niðurfyri. Tí er hon eisini farin undir at venja smágentur í flogbólti, hóast hon ongantíð hevur roynt tað áður, men har manglaði fólk.
Eisini fyrireikaði Súnhild kvinnukvøld á hotellinum á Tvøroyri fyri nøkrum árum siðan við góðum ábiti, kosmetologi, skemtiligum undirhaldi, mótasýning v.m. Hetta fekk sera góða undirtøku millum kvinnur, og hevur javnan verið aftur, fyriskipað av handlunum í býnum. Men hóast tú merkir, at hon við lív og sál arbeiðir fyri at fáa nøkur ting at virka, so ljóðar hon eisini eitt sindur uppgevandi – Alt tekur so langa tíð. Vit hava t.d. tosað um eitt ungdómshús seinastu 10 árini. Bygningurin her við Hvítanesbrúnna, gamli heilsølubygningurin, hevði verið upplagdur til eitt aktivitetshús, sum róðrarneyst, ungdómshús, pensionistahús, dansifelagshús v.m. men tað hevur ikki borið til. Nú fáa vit eitt ungdómshús niðri hjá Thomsen í næstu framtíð, tað er eitt stórt framstig, sum vit gleða okkum nógv til. Men dreymin um hetta HÚSIÐ havi eg enn. Bæði pensionistar og dansifelag mangla hølir, og best hevði verið við felags facilitetum, tí onki av feløgunum hevur ráð at útvega sær nakað nøktandi. Afturat hesum kundi verið annað kreativt virksemi, so sum eitt atelier, seymistova, venjihøli til tónleik, you name it! Onkuntíð haldi eg alt vera so vónleyst, dugi ikki at síggja ferðilin av samstarvshuga. Hvør sigur, at vit nýtast at vera á einum máli um alt, fyri at samstarva? Hvussu leingi hava vit ráð at bíða. Hvussu sær út um 20 ár? Fráflytingin úr oynni er stór, í dag búgva 1000 fólk færri her enn fyri 17 árum síðan, og sum nú er, hava vit ikki so nógv at bjóða ungfólki okkara at koma aftur til. Spurd um, hvussu hon heldur, at vend kann koma í, sigur hon, at fyrsta stigið má vera at skipa oynna í eina kommunu, so vit fáa best skikkaðu persónarnir upp í leikin, OPINLEIKI skal valda, og politikarnir mugu taka initiativ og fremja broytingar, har tað krevst. Vit skulu hava eitt javnari kynsbýti í komunalpolitikki, og politikarir og vinna skulu eggja til kreativa hugsan, so skapast kunnu alternativir vinnumøguleikar her suðuri. Harnæst má landið eisini taka eina støðu, hvat skulu vit við Suðuroynni, skal hon í framtíðini vera eldrasambýli burturav, og kanska summarhúsøki har fólk streyma til um summarið?
Súnhild er áður biðin um at stilla upp til kommunuval, men hevur ikki tikið av. – Eg hætti mær ikki, tí eg haldi, at sum er, er kommunalpolitikkur so persónligur. Politikarir gloyma ofta, at teir umboða eina kommunu, tvs. allar borgarar í kommununi. Tað er so óprofessionelt. Og sum politikari verður tú ofta konfronteraður við onkrum keðiligum, meðan tú kanska er til handils ella situr í eini góðari veitslu, og tað hevði eg ikki viljað. Eg meini ikki soleiðis, at tað skal vera tøgn uttanfyri arbeiðstíð, vit skulu sjálvandi tosa, men tað hevði kanska verið øðrvísi, um tað var eitt slag av vitjunartíð fyri borgarunum, í teimum ymisku nevndunum, so tú frítt kundi fari á gátt, um tú hevði onkran fyrispurning ella okkurt uppá hjartað. Tað manglar opinleiki. Sum er, veitst tú ikki hvat fyrigongur. Tvøroyrar kommuna hevur t.d. eina heimasíðu, men henni verði eg ikki klókari av. Og so haldi eg ikki, at uppstillingin til kommunuval átti at verið flokspolitisk. Vanligt er, at fólk í stóran mun velja eftir familjuskapi, vinarlagi og hvørt av sínum. Øllum hesum mugu vit burtur frá, um vit vilja hava fólk inn, sum brenna fyri broytingum, sum eru til frama fyri øllum borgarum. Tað skuldi verið fleiri valfundir enn teir 3 sum vanliga eru, so krøvini til tey, sum bjóða seg fram, eisini gjørdist størri.
- Í løtuni er bara ein kvinna í býráðnum á Tvøroyri, meðan Vágur hevur kvinnuligan borgarstjóra og varðaborgarstjóra. Eg dugi ikki at síggja, at nakað verður gjørt fyri at betra um kvinnupolitisku støðuna, haldi, at kvinnuligir politikarir hava skyldu til at arbeiða eitt sindur fyri vánaligu kvinnuumboðanini, eitt nú skipað fyri onkrum áhugaverdum skeiði, á onkran hátt roynt at engagera kvinnur... kanska eisini tikið stig til eitt kjakforum. Hetta kunnu vit kvinnur bara sjálvar finna útav, er ofta svarið, men um so var, høvdu vit havt eina aðra støðu í dag! Tað má liggja kommunalpolitikarum fremst í huga, at menna og betra um lokalsamfelagið. Tað er kanska lættast at fáa kvinnur við í arbeiði, sum minnir um tað heimliga, at organisera og skipa fyri túrum, eitt nú innan ítróttina. Tað er ikki so lætt, tá tað kemur til politik og annað, ið krevur støðutakan alla tíðina. Hetta er stórt spell, tí eg haldi, at kvinnur ofta síggja stóra perspektivið, og arbeiða út frá tí, og tað haldi eg ofta manglar. Hvat orsøkin er, er ilt at siga, kanska væntar teimum stuðul heimanífrá og/ella úti í nevndum og feløgum, eg veit ikki. Men eg haldi, vit eru seint á veg her suðuri, tá hugsa verður um rollubýti, sum enn heldur kvinnunum nokk so tætt at grýtunum, tað veit eg frá mær sjálvari. Lívið, sum tað er her, krevur kanska ikki, at kvinnurnar leysríva seg, tí hvat skulu tær út til? Vit mangla eitt forum fyri kvinnur, har alt frá happing til spælipláss sleppur á dagsskránna, har vit frítt kunnu tosa (ikki keglast), ein lopfjøl, til at lagt seg út í samfelagsviðurskiftini og kanska fari upp í politik.
Ferðavinna upplagt felagsprojekt
Tað hevur verið nógv tos um stagnatión og afturgongd her suðuri. Menningarætlanin hjá landstýrinum kemur á breddan av og á, og viðhvørt hendir eitt og annað óvæntað. Súnhild nevnir toskaalingina í Hvalba, sum eitt gott dømi, har roynt verður at hugsa eitt sindur øðrvísi innan fiskivinnu.
- Tað, sum vit hoyra mest um á Tvøroyri í løtuni, eru ætlanir um at byggja skúla, svimjihøll/baðilandi, stadion v.m. í Trongisvági. Og miðnámsskúli og heilsuskúli skulu liggja í Hovshaganum. Var tað heilt burturvið, ístaðin at hugsa sær eitt slag av heilsudepli við svimjihøll/baðilandi og stadion í Hovi, savnað byggingina, kanska gjørt eitt eksperiment við eini brennistøð eisini, so vit sluppu undan at flyta ruskið norðureftir, og so nýtt orkuna frá brenningini til upphiting av bygningum. Bara ein tanki, veit ikki, um slíkt ber til, men eg haldi, at vit skulu hugsa í orkusparandi og alternativum byggiætlanum. Eitt uppløgd felagsætlan fyri oynna er ferðavinnan. Um vit hugsa okkum ein heilsudepil í Hovi, kunnu hagasmáttur eisini vera ein partur av tí. Her kunnu vit eisini byggja heimsins besta tjaldingar- og campingpláss, so vit veruliga kunnu bjóðað útlendingum og føroyingum bestu gistingarmøguleikar, ein basa, hagani tey so leita sær náttúruupplivingar kring oynna, og í smærru bygdunum fáa innlit í lív og mentan, meðan báðar tær størru bygdirnar specialiseraðu seg, á hvør sín hátt, við forkunnugum matstovum, framsýningum o.ø.
Tað vit síggja í dag er, at privatpersónar og feløg, um summarið, taka initiativ og vilja betra um viðurskiftini fyri eini ferðaoyggj. Skipað verður fyri túrum á og rundanum oynna, umborð á Smyrli verður borðreitt við góðum mati og tónleiki o.s.fr. Og umbyggingin av pakkhúsunum hjá Thomsen verður eitt gott og neyðugt íkast til ferðavinnuna. Men samskipan og basalu tingini mangla. Tað fysta ein ferðandi vil hava greiðu á er, eitt stað at búgva, og eitt stað at eta. Ikki bara eitt hissini tjaldingarpláss og okkurt í munnin, nei, vit mugu bjóða tað besta vit kunnu, tí tann ferðandi hevur so ómetaligir nógvir møguleikar, leitar eftir tí mest forkunnuga, og tað skulu vit stremba eftir at finna. Harnæst kemur so upplivingin. Ein stóran part av hesum eiga vit, nevniliga náttúruna, men tað er ikki nóg mikið. Vit skulu hava eina langa røð av upplivingum at bjóða, sum bert fáast í lag við samstarvi og góðari samskipan. Og vit mugu taka tær royndir, sum verða gjørdar, sum eitt boð um, at vilji er til staðar her suðuri!