Samstarvsavtala millum Eiðis kommunu og Sunda kommunu undirskrivað

Nýggja ferðaætlanin tekur við í dag 1. mars kl 16:05

Fyrr í februar varð kunnað um, at avtalan um bussleiðina í Sundalagnum var undirskrivað. Kunnað varð um, at nýggja bussleiðin fór at umfata bæði Eiðis kommunu og Sunda kommunu. Nú er sáttmálin millum kommunurnar undirskrivaður, og fegnast vit um samstarvið við Sunda kommunu.

 

Sáttmálin kemur at binda kommunurnar og fólkið í økinum tættari saman. Nýggja Leið 1 gevur okkum øllum góðar møguleikar, at ferðast millum bygdirnar í kommununum.

 

Nýggja Leið 1 saman við Leið 2 hevur verið eitt sterkt ynski hjá ítróttini og frítíðarlívinum í kommununum báðum, og í dag klokkan 16:05 koyrir fyrsti bussurin úr Hósvík og av Eiði og koyrt verður til klokkan 21:55 allar gerandisdagar í árinum. Steðgað verður í øllum bygdum á leiðini.