Ákæruvaldið uppdagaði eftir rættarfundin í gjár ein brølara, teir høvdu gjørt.
Sambært íslendskari lóg hevur ákærdi rætt at síggja øll skjøl í einum rættarmáli, og tað hevði íslendski smuglarin eisini sæð. Trupulleikin hevði ikki verið so stórur, um ikki føroyska løgreglan hevði sent starvsfeløgum sínum í Íslandi avrit av øllum skjølum í málinum, men av tí at íslendsk lóg sjálvandi eisini umfatar hesi skjøl, hevði vitnið fingið innlit í hesi.
Neyðugt varð tí hjá Lindu Hesselberg at kalla vitnið inn aftur sum vitni í morgun, og har fekk hann eina røð av grundlógaravhoyringum, rættarbókum og politifrágreiðingum lagdar fram fyri seg, og var í hvørjum einstøkum føri spurdur, um hann hevði lisið hesi skjøl áður.
Men út av einum tíggju skjølum segði hann seg bara hava lisið eini tvey ella so.
Løgreglan hevði eftir øllum at døma rannsaka klivan, har vitnið situr, meðan hann er í Føroyum og vitnar, og hevði lagt hald á ein trivaligan bunka av skjølum, ið viðvíkja rættarmálinum.
Tað var eisini illgrunasamt, hvussu væl frágreiðingarnar samstemmaðu hjá vitninum og tí ákærda, og ákærin tók íslendingin inn aftur til nýggja avhoyring fyri at sáa iva um trúvirðið hjá honum.
Eisini ynsktu nevningarnir at seta vitninum tveir spurningar. Annar snúði seg um GPS’in, sum teir báðir smuglararnir nýttu at navigera við, tí sambært frágreiðingini virkaði hesin illa. Men svarið var, at teir høvdu tveir GPS’arar, so teir fingu navigera kortini.
Hin spurningurin var sera viðkomandi. Hann snúði seg um, nær vitnið hevði givið ákærda ryggsekkin við rúsevnunum í. Antin tað var áðrenn teir fóru fyrru ferð av Vestmanna, ella tað var eftir, at teir vóru vendir aftur at kanna skrúvuna.
Til hetta svaraði vitnið, at hann helt tað var eftir, at teir vóru vendir inn aftur til Vestmanna, og at teir høvdu havt slíkan skund at sleppa avstað vegna væntandi illveður, at hann hevði gloymt tað.
Víst abbanum skjølini
Sum nevnt skilir íslendsk lóggáva seg frá føroyskum rættarpraksis við tað, at verjin skal hava útflýggjað øll skjøl í málinum eins og her, men í Íslandi kann verjin altso geva ákærda avrit av hesum skjølum. Og fyri tann ákærda er tað revsileyst at vísa ella geva triðja parti avrit av nevndu skjølum.
Hetta er eisini hent í hesum málinum, ella rættari sagt tí partinum av hesum smuglaramálinum, sum er farið fram í Íslandi. Ein bók er skrivað um hetta málið, bygd á nevndu skjøl, men hon er kortini ikki trúgv móti sannleikanum, sambært føroysku løgreglumonnunum, sum hava við málið at gera.
Ákærin spurdi vitnið, um hann hevur víst nøkrum skjølini í málinum, og tá játtaði hann, at hann hevði víst abba at ákærda skjølini.
Sum nevnt vildi Linda Hesselberg við hesum sáa iva um trúvirði hjá vitninum.
Síðani kallaði ákærin tvey vitnir inn, sum høvdu við sjálv rúsevnini at gera. Fyrra var ein kemikalieanalystikari, sum hevði kannað evnini, sum hald var lagt á í bilinum hjá tí ákærda.
Hon greiddi frá, at tríggjar analysur verð gjørdar. Ein innleiðandi ikki so gjøll analysa verður fyrst gjørd, síðani verður ein meiri nágreinilig analysa framd, sum staðfestir gjølla hvussu nógv evnir eru í stoffinum. Hettakemur fram sum grafar á einum telduskíggja. Analystikarin greiddi frá, at er talan um bert ein topp, inniheldur stoffið bert eitt evni, og annars kemur ein toppur fram fyri hvørt evni, sum stoffið inniheldur.
Seinasta kanningin er at okna út, hvussu styrkin í stoffinum er.
Analytikarin greiddi frá, at í hesum førinum vísti kanningin, at amfetaminið innihelt 15% aktiv evni, meðan extacy pulvurið var 76% reint.
Alt rúsevni, sum hald verður lagt á í Danmark, verður kannað á kanningarstovum, og síðani verður alt sent til Rættarkemisku deildina í Odense, sum skrásetir øll hagtøl. Styrkin varierar fyri 2006, sum er nýggjastu hagtølini, úr 1 mg upp í 132 mg í tvørjari extacytablett. Við at nýta eitt meðaltal upp á 51 milligramm hevði analytikarin roknað seg fram til, at tey 982 grammini av extacy, sum hald varð lagt á, kundu gerast til14.634 tablettir.
Nakað var longu gjørt til tablettir, og partur av teimum 1.746 tablettunum vóru kannaðar, og styrkin lá millum 17 milligramm upp í 56 milligram av aktivum evnum.
Ávirkan
Næstur í vitnisstólinum var enn ein dani. Hann er serlækni í livrasjúkum og hevur havt nógv við rúsevni at gera. Millum annað hevur hann verið formaður fyri danska dopingeftirlitinum.
Hann greiddi frá, hvussu hesi rúsevnini virka og hvørji hjáárin tey kunnu hava.
Tað er sjálvandi ilt at hava við slíkt at gera, tí tað finnast eingi hagtøl yvir, hvussu nógv rúsevni fólk taka og hvussu ofta og hvussu stórar dosir. Tí má alt grundast á royndir og tað, man annars kennir frá læknafrágreiðingum.
Vitnið greiddi frá, at evnini á ongan hátt er nakað nýtt fenomen. Tey hava verið kend í hundrað ár, og hava verið nýtt sum stimbrandi evni. Eitt nú fingu enskir flogskiparar amfetaminlíknandi evnir fyri at halda seg vaknar á longu bumbutúrunum.
Hesi evnir hava ta ávirkan, at blóðtrýstið økist, eins og puslurin fer munandi upp. Fólk gerast eydnurík og áhaldandi, so tey kunnu dansa eina heila nátt uttan at gerast troytt og hava svøvn fyri neyðini.
Rúsevnini ávirka heilan á fólki soleiðis, at tey ikki hugsa, sum tey vanliga gera.
Men tey kunnu eisini hava deyðilig árin. Hjartað fer at pumpa títtari og kann fara heilt út av takt. Tað kann »detta um seg sjálvan«, sum vitni tók til, og heilt halda uppat at sláa við deyðiligari avleiðing, sjálvsagt.
Eisini er vandi fyri hjá misnýtarum, at tá teir drekka alkohol, drekka teir so nógv, at saltbindingin førir til, at teir kunnu doyggja av vætutapi.
Somuleiðis kann serliga amfetamin føra til paranoia.
Hesi rúsevnini eru vanaskapandi, og tá virka tey á tann hátt, at neyðugt er at taka størri og størri nøgdir fyri at fáa ynskta virkningin. Hjá misnýtarum, segði vitnið, sum taka rúsevni fast og javnan, førir tað uttan undantak við sálarligum sjúkum.
Verður nógv tikið av stoffum, kann tað somuleiðis eisini ganga út yvir innaru gøgnini.
Fólk upp á stoffir missa konsentratiónsevnini, halda seg kunna so at siga alt, og minnast ikki hvat hendi beint framman undan.
Rættarmálið heldur fram vikuna út.