Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki hava vunnið seg víðari til fjórðingsfinalurnar í finsku steypakappingini.
Lutakastið til áttandapartsfinalurnar lagaði seg soleiðis, at SJK skuldi spæla dyst móti SJK Akatemia, ið er akademi-liðið hjá SJK.
Unga liðið hevur gjørt tað væl at vinna seg til áttandapartsfinalurnar, men hesaferð fingu teir ein lúsing. SJK vann dystin 5-0. Í steðginum var støðan 3-0.
Samuel skoraði annað málið í trettandi minutti. Eze Onuoha skoraði fyrsta og fjórða málið. Joonas Kekarainen og Kasper Paananen við einum brotssparki syrgdu fyri hinum báðum málunum.
Leygardagin klokkan 15 spælir SJK dyst á útivølli í bestu finsku fótbóltsdeildini móti Gnistan. SJK er næstaftast í deildini við bert seks stigum, og hava tí hart brúk fyri stigum.











