Tað skrivar hann á sínum sosiala miðli, Truth Social.
– Eg eri júst liðugur við mína seks mánaðar heilsukanning á Walter Reed hernaðarsjúkrahúsinum. Alt sær perfekt út, skrivar Trump.
Sambært AFP varð kanningin áður lýst sum ein árlig kanning hjá forsetanum, men Trump sjálvur kallar hana nú hálvárliga.
Heilsukanningar av amerikonskum forsetum eru ikki kravdar sambært lóg, men eru vorðnar fastur siður fyri at skapa gjøgnumskygni um heilsustøðuna hjá forsetanum.
Trump fyllir 80 ár næsta mánað. Seinastu árini hava fleiri spurt seg fyri um heilsuna hjá bæði Trump og undanmanninum, Joe Biden.











