SamVit er m.a. ferðaráð fyri Føroyar, og eg skuldi sum umboð fyri SamVit svara spurninginum: “Hvørjar avleiðingar metir tú, tað fær fyri føroyska ferðavinnu, um Norrøna verður løgd nú?” Eg svaraði, at tað týdningarmesta fyri ferðavinnu í Føroyum er at tryggja, at vit fáa stabilitet á rutunum til og úr Føroyum. Eg undirstrikaði, hvussu týdningarmikið tað er fyri ferðavinnuna sum heild, at ein loysn verður tryggjað, sum gevur besta stabilitetin í mun til ferðafólkaflutningin millum Føroyar og útheimin – ikki bara nú, men eisini uppá longri sikt.
Tað er eitt prinsipielt mál, um tað er rætt, at tað almenna skal bjarga privatum fyritøkum, sum koma í trupulleikar. Eg var ikki biðin um at taka støðu til tað prinsipiella. Tískil valdi eg at undirstrika, at tað er serstakliga óheppið fyri ferðavinnuna, um Norrøna gevst at sigla nú, tí realistiskt sæð eru neyvan nakrar alternativar loysnir í bræði, so vítt eg dugi at meta um tað.
Eg havi onga løtu sagt, at løgtingið ikki átti at bjarga Norrønu. Eg havi heldur onga løtu sagt, at tað hevði lítlan týdning, um Smyril Line var til ella ikki til. Tvørturímóti vísti eg á undir hoyringini, at tað hevði verið ein katastrofa fyri føroyska ferðavinnu, um sjóvegis ferðafólkafarleiðin IKKI varð tryggjað, tí so fór ferðavinnan uttan iva at missa alt næsta summar á gólvið. Eg nevndi eisini undir hoyringini, at tað neyvan fer at bera til hjá nøkrum øðrum at fáa etablerað eina aðra ferðafólkasigling í bræði, tí um Smyril Line fór av knóranum, so fara onnur reiðarí og/ella íløgarar neyvan at trúgva uppá, at tað kann loysa seg at fara inn og yvirtaka ruturnar hjá Smyril Line.
Eg vísti eisini á, at eg ivaðist stórliga í, um øll tey ferðafólkini, sum kundu hugsað sær at sigla til Føroya, fóru at velja at flúgva ístaðin, tí tað er ein heilt annar málbólkur, sum velur at sigla framum at flúgva. Haraftrat nevndi eg, at serliga ferðafólkahóparnir frá Miðalhavslondum sum Spania og Italia vóru í stórum vøkstri – og tí var tað eisini spell, um ferðafólkafarleiðin til Danmarkar dettur niðurfyri, tí tað er tann farleiðin hesi fólkini brúka mest.
Eg segði, at um Norrøna verður tikin úr sigling nú, hevði tað ikki minst verið sera óheppið í mun til teir túroperatørar, sum selja Føroyar, tí katalogini – t.d. Tourist Guide’in – eru langt síðani prentað, og fólk eru farin at bíleggja teirra ferðaseðlar longu. Um Norrøna heldur uppat at sigla, fer tað ikki bara at ganga út yvir næsta summar, men tað kann taka ár at endurupprættað álitið hjá túroperatørum og øðrum, sum selja ferðir til Føroyar.
Tí kundi eg ikki siga annað enn, at tað hevði verið ein stórur smeitur fyri ferðavinnuna, um sjóvegurin fyri ferðafólk til meginlandið verður kutaður av nú. Ikki minst júst nú, tá Føroyar hava verið meira í fokus í útlendskum fjølmiðlum enn nakrantíð fyrr, og vit tí hava sera góðar møguleikar fyri at fáa fleiri ferðafólk henda vegin.
Eg helt meg vera púra greiða í mínum svari til spurningin, eg fekk. Men kortini skilji eg á lagnum, at fólk hava verið ørkymlað. Eg veit ikki, um tað er tí, at eg ikki vísti nakra greiða støðu í mun til tað prinsipiella. Eg tók nemliga ikki støðu til, um tað er rætt av tí almenna at bjarga privatum virksemi, sum Smyril Line jú er. Onkur helt fyri, at “SamVit var rættiliga negativt”. Eg skilji ikki, hví fatanin er so, men kanska er tað tí, eg segði, at eg ikki visti, um Norrøna – uppá longri sikt – er tað rætta skipið at varðveita. Eg veit tað ikki, men eg loyvdi mær at spyrja, um tað er hugsandi, at aðrar loysnir kunnu verða burðardyggari uppá longri sikt. Men eg havi ikki nakra løtu verið í iva um, at beint nú er einki annað alternativ enn at varðveita Norrønu.
Eg dugi ikki at meta um bjargingarætlanin fyri Norrønu fer at virka, tí eg kenni ov lítið til tað fíggjartekniska aftanfyri útrokningarnar, men eg segði, at um ætlanin ikki fer at rigga sum ætlað, kann tað eisini gerast ein “katastrofa” fyri ferðavinnuna, tí so hava vit bara skumpað trupulleikarnar frammanfyri okkum. Tað kann vera sera óheppið fyri ferðavinnuna, um rutan framhaldandi er hótt og í vanda fyri kortini at detta niðurfyri.
Eg kann bara vóna, at tað almenna kann vera við til at tryggja stabilitetin, og at ætlanin fer at eydnast, tí um vit ætla okkum at byggja eina lønandi ferðavinnu upp í Føroyum, er tað serstakliga neyðugt fyri okkara trúvirði og okkara møguleika at selja Føroyar sum ferðaland, at vit kunnu geva garanti fyri, at ruturnar millum Føroyar og útheimin – bæði loftvegis og sjóvegis – eru stabilar og burðardyggar eisini uppá longri sikt.
Tað er rætt, at eg í einum intervjúi í Sosialinum fríggjadagin tann 7. november harmaðist um, at ferðaleiðirnar til Skotlands og Noregs eru niðurlagdar. Hetta standi eg við, tí eg haldi, at tað er sera spell fyri føroyska ferðavinnu, um ferðafólk, sum ynskja at ferðast sjóvegis frá Evropu, bara hava møguleikan at ferðast umvegis Danmark. Eisini er tað spell, at ruturnar nú verða niðurlagdar í mun til alt arbeiðið, sum er gjørt higartil og ætlanarlagt framyvir við at byggja upp marknaðirnar í Noreg og Skotlandi. Og ikki minst er tað spell fyri føroyingar sjálvar, sum missa henda ferðamøguleika.
Men hetta er ikki tað sama sum at finnast beinleiðis at leiðsluni í Smyril Line fyri at hava verið noydd at tikið avgerðina um at niðurleggja ruturnar til Skotlands og Noreg – ella at siga, at Norrøna ikki skal bjargast. Eg skilji sera væl, at Smyril Line fyrst og fremst má hugsa um at fáa lønsemi í sítt virksemi – og at valda loysnin kann vera besta loysnin fyri Smyril Line. Eg meini eisini – og havi meint alla tíðina, at sum nú er, er tann frægasta loysnin at bjarga Norrønu, tí alternativið er verri.
Men ein spurningur, sum sjálvandi er viðkomandi at seta, er, um nýggja rutumynstrið hjá Norrønu er tann besta loysnin fyri ferðavinnu sum heild í Føroyum. Tað vita vit ikki, men tað fer tíðin at vísa. Spurningurin er eisini, um føroyingar kunnu liva við, at fleiri lívsæðrar til útheimin verða kutaðar av í einum høggi – og um ikki, hvør loysnin so skal vera uppá tað. Skal tað almenna loysa tann trupulleikan? Tað havi eg ikki nakað svar uppá. Hetta er ein spurningur, almennu Føroyar og ferðavinnan má viðgera framyvir. Tíðin fer eisini at vísa, um Norrøna fer at bera seg við nýggju ferðaætlanini hereftir. Eg kann bara, sum øll onnur, vóna tað besta.
Nú er málið um Norrønu avgreitt í tinginum og Smyril Line hevur fingið 30 mió., so heldur enn at havast at, hvat hvør hevur sagt og ikki, latið okkum heldur brúka orkuna uppá at finna út av, hvussu vit fáa fleiri ferðafólk við Norrønu til Føroya, so vit á bestan hátt tryggja, at virksemið hjá Smyril Line veruliga fer at bera seg. Tað meti eg, at vit gera best við at gera íløgur í og hjálpa hvørjum øðrum við at gera marknaðarføringsátøk saman úti í heimi, sum veruliga gera mun.