Sandnes ULF vann seg trygt víðari í steypakappingini

Spennandi avbjóðing bíðar Gullbrandi Øregaard og liðfeløgunum í triðja umfarinum

Mynd: Sandnes ULF

Ígjár spældu Gullbrandur í Horni Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes ULF dyst í øðrum umfarinum í norsku steypakappingini. Sum vant var Gullbrandur liðskipari. 

 

Mótstøðuliðið á útivølli var Djerv 1919, ið spælir í fjórðbestu deildini. Sandnes spælir í triðbestu deildini.

 

Sandnes vann stórsigur 6-2. Í steðginum vóru Gullbrandur og liðfelagarnir á odda 2-1.

 

Stóra hetjan hjá Sandnes var Ole Sundgot, ið skoraði heili fimm mál. Jonas Aune stóð fyri sætta málinum.

 

Í triðja umfarinum, ið verður leikt 17. ella 24. september fær Sandnes dyst á á heimavølli á Øster Hus Arena leikvøllinum.

 

Á vitjan kemur Lillestrøm úr næstbestu deildini. 

 

Komandi sunnudag klokkan 15 spælir Sandnes týðandi dyst á heimavølli í uppflytingarstríðnum í triðbestu deildini. Sandnes sum er oddalið tekur ímóti Jerv, ið er triðfremst í deildini. 

 

 

 

Mynd: Sandnes ULF