Sandoyartunnilin samanflættar vón og veruleika

Uppkyknaða kjakið seinastu dagarnar um samtykta Sandoyartunnilin, er í sínum illa undirbygda  tabloid-stíli, eitt greitt tekin um at fjølmiðlarnir í Føroyum, eru meira politiskt heftir aktørar, enn gott er, og at partar av føroysku fólkasálini á meginøkinum, er í ferð við sleppa virðunum, sum liggja uttanfyri egnan sjónarring

Væl tilrættisløgd ætlan, og væl telvað avgerð.

Líka síðani Vágatunnilin varð liðugur, og meðan Norðoyatunnilin gjørdist veruleiki, hevur ligið í kortinum at Sandoyartunnilin varð næstur í røðini av samanbindandi lívæðrum í samhaldsføstu Føroyum. Og sambært politiska viljanum er ætlanin kannað og fyrireika út í æsir. Gamaní hevur tað tikið drúgvari tíð, enn fleiri av okkum vildu ynskt, men løgtingið hevur á trimum fylgjandi fíggjarlógum játtað pening til Sandoyartunnilin, og øll sum fylgja við í politikki hava sæð hvønn veg tað bar. At ein stórur meiriluti á fólkavalda forum okkara, Føroya Løgtingi, debatterar við 1.viðgerð av málinum, og tekur avgerð og atkvøður við 2.viðgerð og 3.viðgerð, kann, og skal ikki, á nakran hátt lastast nøkrum. Einki frávik í nevndarviðgerð, einki frávik til løgtingsviðgerðir. So her er einki at koma eftir. At løgtingssamtyktin varð hegnisliga væl telvað gjøgnum skipanina, er einki minni enn eitt bragd av øllum okkum á talvborðinum. Takk fyri! At so summir opportunistar í politiskari eginsókn til valið komandi, látast at vakna nú, er ikki serliga álitisvekjandi.  

Hvussu nógv kostar tú... ella er tað aftur loyvt at jakstra minnilutar?

Ein nýggjur og ódámligur táttur tekur seg upp í politiska kjakrúminum í Føroyum. Summi av okkum eru farin at seta frámerkir, útreiðslufrámerkir á hvønn annan. Skal helst skiljast, sum ein roynd at tykjast skilagóður og rættvísur. Men hesin rættvísi “argumentatíónsformur” minnir ikki sørt um frelsta hugburðin og hugsunarháttin í ráddi hjá ávísum stýrum, áðrenn og undir seinna heimsbardaga í Evropa. Uttan at siga meira, vil eg bara frábiðja mær slík eyðmerkjandi frámerkir í framtíðini. Vit eru øll føroyingar, og hava øll rættin at berjast fyri okkara næstringum, lívi og  áhugamálum, og so leingi vit nýta fólkaræðisligan framferðarhátt at náa málinum, eru vit á góðari og rættari leið sum einstaklingar og fólk.

At vera, ella ikki at vera...partur av samanbundu Føroyum.

Siga vit ja til at Suðuroyggin og Sandoyggin skulu vera livandi partur av Føroyum, so siga vit eisini ja til at skipa farleiðirnar til hesar oyggjar okkara so skilagott og burðardygt, sum til ber uppá longri sikt. Tí ber ikki til av viðgera samtykta Sandoyartunnilin, uttan av viðgera verandi farleið um Hestfjørð, Skopunarfjørð og Suðuroyarfjørð. Raksturin av verandi farleiðum kenna vit, og tí eigur Sandoyartunnilin og komandi Suðuroyartunnilin at setast upp ímóti dagsins rakstri. At ein vegur er betri farleið, enn sjóvegis samband, nýtist ikki at skrivast bøkur um.Alt talar tí fyri at tunnlar til Sandoynna og Suðuroynna eru røttu loysnirnar, skulu suðurføroyar hava møguleika at mennast saman við restini av landinum. So samfelt og vælvirkandi sum norðurøki nú virkar, er spurningurin fyri okkum sunnanfyri skopunarfjørð, at vera ella ikki at vera...

Einki val

Vit hava tí einki val. Vit standa øll saman og stríðast fyri okkara framtíð, og komandi ættarliðum okkara. Vit hava nógv at bjóða, saman við tykkum, sum gera tykkara besta hvønn einasta dag. Latið okkum tí í felag verja tær samhaldsføstu loysnirnar. Latið okkum ikki gera Sandoyartunnilin til eitt klandursmál, men í felag byggja føroyar størri og sterkari fyri allar føroyingar. Sandoyartunnilin er okkara farleið frá vón, til veruleika, og tað fer einki av tykkum um tit hjálpa okkum á leiðini!