Sandoyggin 2015

Sambandið millum Suður- og Sandoynna verður av avgerandi týdningi fyri Sandoynna, nú tosað verður um visión 2015, skrivar Joen Peter Petersen

Joen Peter Petersen, Sandoyar Sýslu Sambandsfelag

Nú vit hoyra at tunnilin til Norðoyggjar letur upp, mugu vit í Sandoynni halda fast um, at næsti undirsjóvartunnil, ið skal gerast, verður tann í Sandoynna.Vit skulu í holt við at bora beinanvegin. Fara minnini aftur í tíðina, eru tað eini 3 ár síðani , tað varð lagt fram á ting, at Sandoyggin er tann næsta, sum farast skal undir. Hetta eru stórar íløgur, og fólkagrundarlagið er lítið í mun til íløguna, men samstundis meta vit, at Sandoyggin sum framleiðslueind, serliga av landbúnaðarvørum, hevur stóran týdning fyri landið, og møguleikar fyri bústaðarøkjum eru nærmast óavmarkaðir, og hetta kemur at hava stóran týdning fyri alt landið.

Tá hugsað verður um farleið millum Sandoynna og Suðuroynna, og møguleikar fyri at økja títtleikan á sjóvegis farleið millum Sandoynna og Suðuroynna upp til t.d. 10 ferðir um dagin, gevur hetta Suðuroynni ein heilt nýggjan møguleika, og verður tá hugsað um samlaðu ferðsluna við fólkagrundarlagnum í Sandoynni og Suðuroynni, so eiga fíggjarkarmarnir at síggja hampiligir út.
Tí halda vit, at byrjast skal so skjótt seismisku kanningarnar eru gjørdar lidnar.

Tað eru nógvir bilar sum vera førdir um Skopunarfjørð. Teistin flutti í 2005, 48795 persónbilar/lastbilar og 152.223 ferðafólk. Her eru bilførararnir tiknir við , so tað vil siga, at gott og væl 103.000 ferðafólk eru uttan bil, og fer bara helvtin av hesum ferðafólkum at ferðast við bili, ja, so eru vit uppi á 100.000 bilum árliga, og í mun til ferðafólkatalið 2004, var vøksturin á sandoyarleiðini 4,1% fyri 2005. Fáa vit eisini tey frá Suðuroynni við, fer ferðafólkatalið upp um 315.000. Har var ferðafólkatalið í 2005 uml. 164.000.