Sandoyingar hava vunnið fyrstu stigini

1. DEILD: Í dag eydnaðist tað sandoyingum at vinna trivaligan sigur í Gundadali

Tað hevur gingið striltið hjá B71 higartil í ár, men í dag glapp tað av álvara.

 

Í fyrsta umfari taptu sandoyingar 2-1 á heimavølli ímóti FC Suðuroy, og í øðrum umfari taptu teir 3-2 á útivølli ímóti Víkingi.

 

Men í dag vann B71 ársins fyrstu stig. Tað var í Gundadali ímóti B36, sum legði rygg til 4-0 tap. Hetta var fyrsta tapið í ár hjá B36, sum í fyrsta umfari vann á heimavølli ímóti EB/Streymi, og so endaði grannauppgerðin ímóti HB 1-1.

 

Hálvleiksstøðan í dag var 3-0 til B71, sum legði seg á odda longu í fimta minutti. Málskjútti var Sverri Hansson. Tíggju minuttir undan steðginum økti Lukas Ørneborg um munin til 3-0. Hetta var triðja málið hjá honum í ár, og tveir minuttir seinni var 25 ára gamli Eric Oteng úr Gana fyri fyrstu ferð B71 málskjútti.

 

20 minuttir undan leikloki var tað danski Tobias Koktvedgaard, sum staðfesti trivaliga sigurin. Hetta var fyrsta málið hjá 21 ára gamla danska spælaranum í ár. Hann kom til B71 síðsta summar, og tá skoraði hann fimm mál.

 

Í fjórða umfari fær B71 vitjan av EB/Streymi, og B36 fer at spæla á útivølli ímóti Víkingi.