Tað endaði 2-2, tá ið næstbesta liðið hjá Víkingi í dag var á Vágseiði. Tá ið tað var hálvleikt, var heimaliðið frammanfyri 2-0.
Víkingur javnaði til 2-2 í tíðini, sum dómarin legði aftrat vanligu leiktíðini. Málskjútti var Jens Eiler Samsson. Tað var eisini 18 ára gamli Jens Eiler Samsson, sum var málskjútti miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið Víkingur minkaði um munin til 2-1.
FC Suðuroy skoraði tvey mál kring hálva tíman í fyrra hálvleiki. Í fyrra førinum var Olivur Renéson Thomsen málskjútti. Hann er toppskjútti í deildini og hevur í trimum dystum skorað fýra mál.
Tríggjar minuttir seinni var tað Alexander Holm Kilgour, sum var málskjútti. Hann hevur skorað trý mál í trimum dystum.
Felags fyri FC Suðuroy og Víking er, at tey framvegis eru ósigrað. Bæði liðini hava sjey stig, og FC Suðuroy er topplið við málmuninum +6, meðan Víkingur hevur málmunin +4.
Í fjórða umfari fer Víkingur at spæla á heimavølli ímóti B36, og FC Suðuroy fer at spæla á útivølli ímóti NSÍ.











