Havn: Hesar komandi dagarnar kunnu fólk í Havn vænta at fáa eina heldur sjáldsama vitjan.
Uttanfyri standa nøkur frísk ungfólk, sum eru í ferð við at savna inn fløskur til eitt gott endamál.
Og tað góða endamálið er eitt summartiltak fyri sangglaðan ungdóm, sum kórið "Sound of Glory" í KFUM í løtuni er í ferð við at fyrireika.
Hetta er eitt tiltak har hetta tensing-kórið fær vitjan av tveimum vinarkórum úr Noregi, og har tey fara at syngja saman og annars hugna sær saman úti og inni.
-Vit royndu hetta við innsavningini av fløskum í 2003, tá vit fóru til Pragh. Og tað eydnaðist so mikið væl, at vit hava hug at royna aftur í ár, sigur Meinhard Arge, ein av monnunum handan Sound of Glory Tensing.
Samanhald
Fløskuinnsavningin fer fram á tann hátt, at teir ungu kórlimirnir fara at ganga hús úr húsi og spyrja, um fólk liggja inni við tómum fløskum.
Byrjað verður í kvøld og verður hildið á til leygardagin. Henda dagin hava fólk eisini sjálvi høvi at koma við fløskum niðan í KFUM, har kórlimirnir fegnir taka ímóti teim.
Hetta sama varð gjørt í 2003, og tá upplivdu tey í kórinum at samanhaldið gjørdist munandi betri, tí tey ungu nú høvdu eitt felags mál at arbeiða fram ímóti.
Hetta gjørdi helst eisini sítt til, at túrurin í Pragh varð so sera góður.
Norsk vitjan
Í summar er ætlanin at skipa fyri hesum summartiltakinum, tey nevna "FO:05", har tvey vinakór úr Noregi koma á vitjan, - Hinna Tensing og kórið við tí heldur sjáldsama navninum "Bukkende Bruse" úr økinum nærhendis Stavanger.
Í Sound of Glory hava teir ungu kórlimirnir sjálvir arbeitt í longri tíð við at fyrireika hetta tiltakið, sum verður í døgunum 20. til 27. juli.
Ætlanin er at vísa norsku gestunum ein stóran part av landi okkara, men tað størsta tiltakið verður uttan iva tann stóra konsertin í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 25. juli.
Har fara hesi trý kórini at syngja hvør sær og saman, og tí er líkt til at øll fáa eitt spennandi kvøld í Norðurlandahúsinum. Umframt glaðan gospelsang verður eisini drama, dansur og annað á skránni hetta kvøldið.
Sound of Glory hevur venjingar sínar hvørt mikukvøld kl. 19 í KFUM. Og sagt verður, at nýggir sangarar eru vælkomnir við.