Sangløta í Betesda í kvøld

Kom og njót eina sangløtu í kvøld, leygarkvøldið 9. desember kl. 20, í Betesda, Klaksvík, har vit aftaná fáa ein drekkamunn og hugnaliga samveru.

Bárður á Lakjuni syngur 2-3 sangir, og vit fáa eina heilsan frá Niels Paula Nónstein. 

John Færø, Dávur Johannesen og fleiri leiða felagssangin.

Eftir sangløtuna verður ein drekkamunnur og høvi til hugnaliga samveru í góðu umstøðunum í Betesda. 

Vit vóna at síggja mong og gleða okkum til leygarkvøldið - hjartaliga vælkomin.