Hon er kend fyri sín serstaka Jesus and Jazz stíl, sum blandar kenslubornan jazzsang við átrúnaðarligar tekstir, og hetta hoyrist aftur í sangum sum Breathe, Gotta Have Faith á hennara debut útgávu 'Love Like You', sum gjørdist nr. 1 á iTunes, Christian chart, í 2024.
Emma byrjaði sum smágenta at læra akkordir og improvisatión frá einum av beiggjunum hjá sær. Hon tók útbúgving innan sangframførslu á Northern Arizona University, men longu fyrsta semestrið fekk hon eina bløðru og bløðing á ræddarbandið, sum noyddi hana at steðga við at syngja. Hon valdi at flyta til Norðursvøríki og gjørdist partur av einum kristnum felagsskapi har, og tá hon var komin fyri seg aftur, byrjaði hon at skriva sangir á fyrsta sinni. Stóra gjøgnumbrotið fekk hon síðst í 2023, tá sangurin 'Breathe', sum hon hevði lagt út á Instagram, gjørdist 'viralur'. Hon hevur útvið 800.000 fylgjarar á Instagram og 200.000 mánaðarligar lurtarar á Spotify.
Lagt verður upp til eina serstaka og hugtakandi konsert, har fantastiska røddin hjá Emmu er í hásæti. Talan er um eina solo konsert, har Emma bæði syngur og spælir klaver.
Atgongumerki á 295 kr á loksholl.fo











