Síðani tíðliga í heyst hava ymsu frítíðarskúlarnir í Havn kappast í trettan ymiskum greinum. Teir hava hitst eina ferð um vikuna til kappingarnar úti á ymsu skúlunum, og hvør vunnin kapping hevur talt seks stig. Kappast hevur verið í renning, longdarlopi, at hoppa band, at lakka paradís, í hularingum, badminton, svimjing, spælinum kloss major, dart, bopp, talvi, barnajatsi og fótbólti. Mikudagin var so tann seinasta kappingin avgreidd í høllini á Hálsi, og fótbóltur var á skránni. Men hóast Argja skúli vann, fór Sankta Frants skúli av stað við endaliga sigrinum, tí hesin frítíðarskúlin hevði flest stig í alt. Vinnandi skúlin fær ferðasteyp og t-blusur, sum Heilsølan hjá Poul Hansen hevur latið.
Hetta er næsta árið, at skipað verður fyri hesi kappingini. Í fjør vann frítíðarskúlin í Hornagøtu. Tað er Eivind Eysturoy, garvaður ítróttamaður og starvsfólk í frítíðarskúlanum í Hornagøtu, sum er upprunin til tiltakið.
- Børnini hava tikið ógvuliga væl undir við kappingunum, tey hava verið ótrúliga spent og gingið høgt uppí kappingarnar. Og so eru børn úr ymsum skúlum komin at kennast væl, sigur Eivind Eysturoy.
Eftir summarsteðgin næsta ár er Eivind ikki millum starvsfólkini í frítíðarskúlanum í Hornagøtu, men hann vónar kortini, at onkur annar tekur yvir og skipar fyri kappingini.