Við sigrinum á ÍF í gjár, vann HB fjórða dystin á rað, og fór tí framvið B36 á fjórða plássinum.
Sum heild spældi HB ein sannførandi dyst í gjár, har sigurin heilt greitt kundi havt verið størri enn bara 1-0.
Mestsum allar leikarametingarnar hjá HB í gjár vóru yvir miðal avrik.
Leikarametingar HB:
Teitur M. Gestsson 4: Spældi ein góðan dyst. Hevur kanska onkuntíð fyrr havt meira at gera enn hann hevði í gjárkvøldið, men var tryggur í tí sum hann fyritók sær. Var eisini góður stuðul hjá HB verjuni, tá teir gjørdust trýstir, tí hann kláraði altíð at spæla bóltin skilagott frá sær.
Jógvan Rói Davidsen 4: Var ein støðug hóttan í álopspartinum hjá HB. Hóast hann spældi á bakkinum, kom hann gjøgnum mestsum allan dystin væl framvið og átti avgerandi lut í fleiri góðum uppspælum hjá HB.
Jóhan T. Davidsen 4: Var enn einaferð við til at halda nullið saman við Fróða Benjaminsen í miðverjuni. Tykist sum um at liðið er blivið meira stabilt við teimum báðum í verjuni. Hevði sum heild gott tak á bæði Adeshina Lawal og Clayton Soares, og var ein avgerandi orsøkunum fyri at ÍF ikki kom til stórar kjansir.
Fróði Benjaminsen 4: Sannførandi avrik frá legenduni í føroyskum fótbólti. Var avgerandi í øllum tí hann fyritók sær í verjupartinum, og var góður til at byggja spælið upp har afturi frá. Saman við Jóhan Troest Davidsen, tykjast teir at vera millum sterkastu verjupørini í landinum.
Ári M. Jónsson 5: Nokk tann besti maðurin á liðnum hjá HB í gjárkvøldið. Átti uppleggið til málið, og var sum heild ein støðug hóttan í álopspartinum, har hann ferð eftir ferð tók langar renningar fram eftir vøllinum. Kom heldur ikki í trupulleikar í verjupartinum.
Tróndur Jensen 4: Eitt tað besta avrikið frá HB miðvallaranum í ár. Átti nógvar avgerandi fótar í góðum HB álopum, og var nær við at koma á máltalvuna í fyrra hálvleik. Spældi ein góðan dyst sum spælskipari á liðnum hjá HB.
Bartal Wardum 3: Spældi sum heild ein góðan dyst á miðvøllinum hjá HB, og var sterkur í nærdystunum. Var tó ikki líka avgerandi í offensiva spælinum sum makkarin á miðvøllinum, Tródnur Jensen, var. Spældi tó ein fínan dyst.
Christian R. Mouritsen 4: Kom í nógvar góðar støður í dystinum í gjár, har hann væl kundi lagt upp til bæði eitt og tvey mál. Mundi eisini komið á máltalvuna móti endanum. Spældi sum heild ein góðan dyst, og eigur sum oftast avgerandi fót á góðum HB álopum.
Teit Jacobsen 4: Ein tann mest spennandi leikarin í føroyskum fótbólti. Hevur ferð og torir at bjóða av. Var eisini við í fleiri góðum støðum, og stríddist sum ein úlvur allan dystin á tamb. Kom tó hvørki á mál ella assist talvuna í gjár, hóast møguleikar vóru fyri tí.
Magnus Egilsson 3: Arbeiddi væl, og kom eisini fram til onkran stóran málmøguleika. Fekk annars ikki líka so burturúr sum hann kanska átti. Heldur var tað maðurin aftanfyri hann, Ári M. Jónsson, ið stóð fyri fleiri av gjøgnumbrotunum í vinstru síðu.
Ari M. Olsen 5: Skuldi upprunaliga ikki byrja inni, men endaði við at vera maðurin sum avgjørdi dystin. Tók av álvara av møguleikanum. Var ein støðug hóttan, og skoraði eisini einsamalla málið í dystinum. Um væl vildi til, kundi Ari M. Olsen eisini skora uppaftur fleiri mál í gjár.
Øssur M. Dalbúð 2: Kom inn seinastu tjúgu minuttirnar, tá ÍF byrjaði at trýsta HB nógv meir enn hvat teir gjørdu áðrenn. Fekk tí ikki tað burturúr sum hann kann, men mundi tó komið á máltalvuna móti endanum tá hann royndi seg við langskoti.
Pál M. Joensen 2: Kom eisini inn seinastu løtuna, tá ÍF var meira á bóltinum. Fekk tí heldur einki avgerandi burturúr. Spældi tó einans 10 minuttir.
Adrian Justinussen: Inni ov stutt til at fáa meting